Óli og Eyðbjørn eru 1 min skjótari enn skjótastu danir á sama aldri

Teir báðir Óli Mortensen úr HS og Eyðbjørn Joensen úr SuSvim eru veruliga í ein klassa fyri seg, tá ið ein samanber við javngamlar danir árgang 1996. Skjótasti danin svimur nevniliga 1500 frí uppá 17:31.19 í september, og næstskjótasti 17:34.55 í oktober, har Óli sum kunnugt nú í vikuskiftinum svam 16:25.55 og Eyðbjørn 16:29.45.

DSC_5164

Teir eru eisini skjótari enn teir 16:33.50 hjá skjótasta danska árgang 1995, og høvdu ligið nummar 2 og 3 um teir vóru danir árgang 1994. Í 400 frí eru danir nærri við 4:17.06 og 4:19.21 har Eyðbjørn nú svam 4:08.77 og Óli 4:09.85, og í 200 frí svimja danir 2:00.50 og 2:02.80, har Eyðbjørn svam 2:00.03 og Óli 2:00.41. Men tá skal sigast, at føroyingarnir báðir svumu alt hetta sama vikuskifti, og tí vórðu eitt sindur moyrir ‘hen ad vejen’.

6 thoughts on “Óli og Eyðbjørn eru 1 min skjótari enn skjótastu danir á sama aldri”

  1. Eybjørn svam 1. túr í 4x200m frí liðsvimjing beint eftir 200m blandað, og har svam hann 1:59,54
    So moyrir..? Neyvan so nógv at ein ikki kann svimja undan dønum 😉
    Tá ið á stendur, so er tað ein spurningur um at mobilisera “eyðka” kreftirnar tá ið ein skal brúka tær. Har liggur nógv goymt, men tey flestu finna tær aldrin. Hetta er kjarnan í world class performance.

  2. Men rætt er sum teir skriva, at tað altso her fyrst og fremst er í langt frí: “Med en medaljetager på 1500 fri, Pal Joensen, til at vise vejen må Færøerne snart være at betragte som specialister i distancesvømning.”

    swimnews-dk-er-faeringer-bare-bedre

    http://www.swimnews.dk/?1448

    1. Tak for “shoutout” – nu fortryder jeg først rigtigt, at jeg ikke nævnte de to andre også 🙂

      Sigmund Mørkøre (Ægir) årgang 1995 svømmede 17:13.66, og Sofus Bech (SuSvim) årgang 1994 svømmede 17:16.79. Dertil svømmede Tummas J. Danielsen (HS) årgang 1994 17:59.23.

      Altså 4-5 forholdsvis hurtige tider, fra svømmere i de tre klubber som har 25 meter bassin heroppe (Tórshavn, Klaksvík, Vágur).

      Så ja, der er en vis bredde, når man tænker på hvor få svømmere vi har at tage af.

  3. Tíðin hjá Óla er skjótari enn hjá Anton Nieminen í World Cup finaluni í Stockholm í dag.

    Her eru splitt-tíðirnar hjá Óla (16:25.55), Niemimen (16:28.47) og Eyðbjørn (16:29.45).

  4. Kristinn Þórarinsson úr Fjölni nýtt met fyri dreingir 14 ár í 100m Blandað, 1.01,73 er FLOTT
    ÍM byrjaði í dag. Anton Sveinn McKee vann 1500m frí, hann er árgang 1993. Hann svam 16:03,35
    Klára okra 96’arir tað áðrenn jól? 🙂

  5. Norska meistarastevnan á stuttgeil er sum fólk óiva vita hesar dagar. Ein ungur maður (árgang 1996) svam 1500m frí uppá 16.04.35!

    Tykur kunnu lesa á simma.nu

    Henrik Christiansen (-96) med fantastisk løp på 1500 fri. 16.04.35!

    Tað verður spennandi at síggja um okra árgang 1996 dreingir kunnu svara aftur.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.