FINA broytt kravtíðarskipanina til HM í Shanghai 2011

Altjóða svimjisambandið FINA avgjørdi á ráðstevnuni í Urugay herfyri at broyta reglu BL 9.3.6 eitt vet, so at tað nú ber til at senda tríggjar svimjarar heldur enn tveir til heimsmeistarastevnuna í Shanghai, um eingin hevur klárað offisiellu kravtíðirnar. Hartil ber tað nú til at senda tveir svimjarar av hvørjum kyni til HM sum ikki hava klárað kravtíðirnar afturat einum sum hevur kvalifiserað seg, heldur enn bara ein av hinum kyninum afturat tí sum hevur klárað kravtíð. Hetta er sjálvsagt viðkomandi fyri okkum, við tað at kravtíðirnar eru so mikið harðar, at einans Pál Joensen til nú hevur kvalifiserað seg.

Tann orðingin sum er broytt er hendan:

If a National Federations enters only one (1) swimmer per event all swimmers entered must meet the qualifying B standard time. If two (2) swimmers are entered in the same event, both of them must meet the qualifying A standard time.

Federations may enter swimmers regardless of standard time as follows:
– having no swimmer qualified: one (1) man and one (1) woman
– having one (1) swimmer qualified: one (1) swimmer of the other sex

Swimmers entered without qualifying time must have participated in the National Championships of the Federation. These swimmers will be allowed to enter in two (2) events each.

Relays:
– 4x100m Freestyle, 4x200m Freestyle, 4x100m Medley – Men & Women
– Each Member Federation may enter only one (1) team in each relay event

Hon ljóðar nú soleiðis:

For each individual event, the FINA Bureau will establish Standard Entry Times in two levels: “A” and “B”, of which “B” shall be easier to achieve. Standard Entry Times can only be achieved in competitions approved for that purpose by FINA.

For each individual event, each National Federation may enter a maximum of two (2) competitors. To enter two swimmers in the same event, both of them must have achieved the “A” Standard Entry Time. To enter one swimmer in an event, the competitor must have achieved at least the “B” Standard Entry Time.

Relays:
– 4x100m Freestyle, 4x200m Freestyle, 4x100m Medley – Men & Women
– Each Member Federation may enter only one (1) team in each relay event

6.1.1 National Federations may enter swimmers who have not achieved either Standard Entry Time as follows:

With no swimmers who have achieved the “A” or “B” Standard Entry Time: National Federations may enter up to three (3) swimmers, not all of whom are of the same gender.
With only one (1) swimmer who has achieved the “A” or “B” Standard Entry Time: National Federations may enter up to two additional swimmers, as long as all of the swimmers are not of the same gender.
The swimmers who have not achieved either Standard Entry Time will only be permitted to enter up to two (2) individual events each.

6.1.2 Each National Federation may enter only one (1) team in each relay. All swimmers entered in individual events can be used in relays, even if they have not achieved the “B” Standard Entry Time for the corresponding stroke and distance of the relay in which they are entered. Each National Federation may enter additional swimmers for relays only, provided that they have achieved the “B” Standard Entry Time for the corresponding stroke and distance of the relay in which they are entered.

The following formula shall apply:

– One (1) Relay – two (2) additional swimmers
– Two (2) Relays – four (4) additional swimmers
– Three (3) Relays – six (6) additional swimmers
– Four (4) Relays – eight (8) additional swimmers
– Five (5) Relays – ten (10) additional swimmers
– Six (6) Relays – twelve (12) additional swimmers

Gev gætur at tað enn er upp til Svimjisamband Føroya at avgera, hvørjir svimjarar sum sleppa til HM, líka mikið um teir lúka offisiellu kravtíðirnar frá FINA, ella um hesi tvey eyka plássini eru tøk. Føroyska kravtíðin er enn tann sama sum fyrr, at føroysku svimjararnir skulu klára í minsta lagið “B” kravtíðina frá FINA, ella “A” kravtíðina um tveir svimjarar skulu kunna kvalifisera seg í somu kappingargrein. Hesar kravtíðir síggjast í viðfesta skrivið.

Men uttan at lova nakað, so letur tað upp fyri ávísum tillagingum, sum til dømis at Svimjisambandið kann loyva svimjarum við sum ikki hava klárað kravtíðina í eini offisiellari kvalifikatións-stevnu til HM í Shanghai. Hesin listin er nevniliga rættiliga ekslusivur, og telur millum annað ikki (enn?) Reykjavík International Games í januar, sum føroyingar annars plaga at vera trúgvir at vitja. Um vit tí fyristilla okkum at onkur svimur eina fantomtíð í Reykjavík, undir kravtíð frá FINA, so ber í prinsippinum til hjá Svimjisambandinum at taka svimjaran við til HM, hóast at svimjarin ikki hevur klárað kravtíðina á einum av stevnunum sum FINA listar upp.

Gevið gætur at hetta síðsta er bara mínir egnu tankar, og altso ikki nakað offisielt vegna Svimjisamband Føroya. Hetta hevur ikki verið viðgjørt av Starvsnevnd SSF enn, og eg kann tí ikki úttala meg um hetta vegna SSF. Men møguleikin er har altso, at senda tveir svimjarar afturat Páli Joensen til HM, uttan at FINA brokkar seg, hóast teir ikki hava klárað kravtíð á offisiellari kravtíðarkapping.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.