Svimjing er sunt fyri børn við astma

Ein nýggj sponsk/bretsk kanning staðfestir tað sum vit í fyri nøkrum árum síðani øll vistu onkunsvegna, at tað er faktiskt er sunt fyri børn við astma at svimja, eisini hóast tað er í klorvatni. Tey kannaðu 5738 børn frá tí at tey vóru fødd, og sóu at tað var serliga gott fyri børn við astma at byrja at svimja, við tað at tey fingu betri lungu, og færri astmasymptom.

Ella sum Asthma UK orðar tað:

‘This large, well-designed study therefore suggests that swimming regularly in chlorinated pools does not cause asthma in children, but can in fact improve their lung health.’


Endurtakandi stríðsmálið er, um man fær astma av at svimja í kloraðum vatni, ella um tað er tí at tað ber til hjá børnum við astma at svimja, at vit síggja so nógvar astmatikarar í hylinum. Hendan greinin bendir altso á tað seinna, at teir nógvu astmatisku svimjararnir skyldast, at tað ber so nógv betur til hjá teimum at svimja, enn til dømis at sparka.

Kanningin staðfestir faktiskt tað mótsatta, at tað millum svimjararnar vóru færri børn við astmasymptomum tá ið tey vóru sjey ára gomul, enn millum tey sum ikki svumu. Summi børn vóru enntá sloppin av við astmasymptom sum 7 ára gomul, sum høvdu víst symptom uppá astma sum 3½ ára gomul. Og so høvdu tey sum sagt sum heild betri lungnafunktión.

Dr Elaine Vickers, Research Relations Manager á Asthma UK viðmerkir eisini, sum stuðul upp undir hví hendan kanning skuldi verið betri enn so nógvar undanfarnar, at hetta er fyrstu ferð at man kannar børnini yvir nógv ár:

‘This is the first study examining the relationship between swimming and asthma where the information has been collected from children who have been monitored over many years.’

Ikki so galið skotsmál frá fólki sum fyrst og fremst hugsar um astmatikararnar.

Lesið her á www.swimming.org/news

One thought on “Svimjing er sunt fyri børn við astma”

  1. … at tað ikki er so super at vera ov nógv í klori, men at fyrimunirnir við at svimja uppviga vansarnar av klordosunum har. Og so víðari, at um vit vilja gera svimjingina ordiliga astma-vinarliga, so minka vit sum mest um klorið.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.