Eljustríð í Danmark um úrvalsflokkar í fólkaskúlanum

Skúlar sum til dømis Vestervangsskolen í Esbjerg hava seinastu 5 árini roynt seg við at savna næmingar sum íðka úrvalsítrótt í serligar flokkar, til at fáa skúla og venjing at sampakka betri. Hetta hevur riggað væl í praksis, so at tað nú eru einir 34 skúlar sum bjóða sovorðnar úrvalsflokkar, við ógvuliga nøgdum foreldrum, lærarum og næmingum. Men líka síðani byrjan hevur Statsforvaltningen viðgjørt um tað yvirhøvur var lógligt, at gera sovorðnar úrvalsflokkar, sum ikki vóru fyri allar næmingar. Inntil tey tann 9. september 2010 komu fram til, at tað var tað ikki. Sí teamdanmark.dk

Hendan niðurstøða var ikki nakað sum Team Danmark tók undir við, netupp tí tað í praksis hevur riggað væl. Og har er ávíst forstáilsi í Undervisningsministeriet, har ráðharrin Tina Nedergaard verður endurgivin fyri at hava sagt: “I den inkluderende folkeskole skal der være plads til alle – også de dygtigste. Prioriteringen af talentudvikling i folkeskolen er det endelige opgør med tesen om, at hvad alle ikke kan lære, skal ingen lære.”

Tað hevur nokk gjørt mun at Danmarks Lærerforening er ímóti úrvalsflokkunum, við (vælsagtans serfrøðiligari) grundgeving, at besta úrslit fæst í blandaðum klassum: “Det er godt, at det nu er gjort helt klart, at folkeskolen skal være for alle, og at man ikke kan have enkelte klasser for elever med særlige forudsætninger. Vi bliver nødt til at holde fast i, at vi får det bedste resultat, hvis eleverne er blandede”, sigur Dorthe Lange, formaður í útbúgvingarpolitisku nevndini hjá Danmarks Lærerforening, og leggur sambært Politiken afturat: “Det er en god ide, at skolerne vil satse på idræt, men vi synes, det er vigtigt at bevare den danske enhedsskole, som bygger på, at vi ikke niveauinddeler. Eleverne skal lære at omgås og samarbejde med andre med forskellige forudsætninger og evner.”

Men ein achilles-hælur hjá Danmarks Lærerforening er, at úrvalsklassar longur finnast, sum tey ikki hevur haft nakað ímóti. Nevniliga folkaskúlaklassar til børn við serligum tónleikagávum, á Sankt Annæ Gymnasium í Keypmannahavn.

Undirvísingarmálaráðharrin Tina Nedergaard hevur tí valt at taka dystin upp, til at royna at varðveita teir úrvalsítróttarflokkar sum nú eru dømdir ólógligir. “Jeg synes, det er enormt positivt, at man dyrker talentudvikling i folkeskolen. Vi skal styrke de stærkeste.”, sigur hon, og fær stuðul frá Rasmus Jarlov orðførara hjá teimum Konservativu í útbúgvingarmálum: “Det ville være fuldstændig vanvittigt, hvis ikke folkeskolen fortsat giver de unge mulighed for at dyrke idræt på eliteplan. Klasserne er en kæmpe succes. I første omgang bør løsningen findes inden for lovens rammer. Hvis det ikke kan lade sige gøre, må vi have lavet loven om.” Sí danskekommuner.dk

Hetta er so eftirhondini vorðið eitt nóg stórt mál til at verða nevnt á Danmarks Radio eisini, har tey millum annað tosa við venjarar hjá Elite Svøm Esbjerg.

Og støðan er so nú, at Team Danmark saman við Undervisningsministeriet roynir at finna eina lógliga loysn, so at teir 21 av 34 skúlunum sum hava serligt fokus á talentini í 7. til 9. flokk kunnu halda áfram við sínum úrvalsítróttarflokkum. Vónandi við avgerð longu áðrenn 1. november í ár, so at tað ikki kemur at ávirka flokkarnar næsta ár. Sí aftur teamdanmark.dk

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.