50 metur svimjihylur byggjast á Oyrunum í Vági

Tíðindaskriv 27. sept. 2010, frá verkætlanarbólkinum

Í eina tíð hevur verið arbeitt við arbeitt við ætlanum at byggja ein 50 m. svimjihyl á Oyrunum í Vági. Eftir
framúrskarandi úrslitini hjá Pál Joensen við EM í august í 2010, har hann vann silvur á 1.500 m. frí, er aftur
sett ferð á verkætlanina. Og nú er verkætlanin komin somikið áleiðis, at dagurin, har farið verður ígongd, av
álvara nærkast.



Um verkætlanina
Verkætlanin “Svimjihøllin á Oyrunum í Vági” fevnir um bygging av einum 50 m. svimjihyli við atknýttum
síðubygningi, har allir hentleikar verða.

Grøn svimjihøll
Svimjihøllin á Oyrunum í Vági verður “grøn”. Avlopshitin frá Vágsverkinum hjá SEV verður brúktur til at hita
upp vatnið í 50 m. svimjihylinum og sjálva svimjihøllini.

Lítið klor í vatninum
Umframt orkusparandi partin í høllini verður eisini dentur lagdur á, at vatnið í hylinum kemur at innihalda
so lítið klor sum tilber. Vanligt er, at vatnið í svimjihylum og tískil eisini luftin í svimjihøllum inniheldur
klor, sum nógv fólk hava ampa av. Vatnið í svimjihylinum á Oyrunum í Vági verður reinsað við serligum
vatnreinsianleggi, sum ger, at klorið í svimihylinum kann minkast við upp til 80 prosentum. Hetta ger, at tað
verður bæði betri og sunnari fyri fólk at svimja, og ikki minst meiri umhvørvisvinarligt.

Ráðgeving vm.
Í samband við fyrireiking av verkætlanini, tekningum og allari tilgongdini til byggingina av 50 m. svimjihyli á
Oyrunum í Vági, hava hesir ráðgevar verið inni í myndini.

Tekningar vm.

  • Andrias Jacobsen, byggiteknikkari
  • Kontrast, byggilist og byggifrøði
  • Tom Silvurdal, verkfrøðingur

Hiti og vatnteknikkur

  • Martin E. Leo
  • SEV

Aðrir ráðgevar

  • Vágs Timburhandil
  • INNTAKT
  • Arni Carlsen

Verkætlanarbólkurin

Í verkætlanarbólkinum sita:

  • Jón Bjarnason
  • Dennis Holm
  • John Henrik Holm
  • Andrias Jacobsen
  • Heri Mortensen

Samband: info [kurla] svimjihollin.com

Heimasíða: www.svimjihollin.com

6 thoughts on “50 metur svimjihylur byggjast á Oyrunum í Vági”

  1. “Talan verður um eina multihøll, sum umframt at verða ein altjóða elite-depil til svimjing, eisini verður ein vælveru-depil fyri alt landið.”

    – Havi frætt at talan verður um hitapottar og líknandi, og má siga, at tað er gott at hugsað verður um venjararnar ! 😉

    http://www.svimjihollin.com/UmVerkatlanina.html

    (Tvæss, tað er til at úrvalssvimjararnir skulu koma fyri seg skjótari eftir venjing. Og tað er íroknað kuldakør)

  2. Flott flott
    Hetta er ein verkætlan ið er til frama fyri alla svimjing í Føroyum.
    Enn eina ferð er er tað tit í vísa hvussu tað skal gerast, vit havnamenn gleða okkum at koma suður at royna hylin.
    Nær ein 50 m. svimjihøll verður bygd í Havn er ein góður spurningur?

    Góða eydnu

  3. Tað er ikki rætt, tá ið Portalurin og Suðurrás skrivaðu í gjár, at bæði ein 50 metra langhylur í Vági og Projekt Salt á Tvøroyri er við á fíggjarlógini. Bæði málini eru nevniliga parkerað til seinni.

    Ætlanin er so at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta játtanarskipanina, so at saltsilo og langhylur kunnu koma undir íløgurnar.

    http://www.portal.fo/?lg=75099

Ger viðmerking