Kaos her beint áðrenn Commonwealth

SwimNews.com skrivar nú at nakrar av størstu tjóðum sum skulu luttaka á Commonwealth Games 3. – 14. oktober nú umhugsa at flyta kappingina til onkra aðrastaðni í Miðeystri ella Asia, ífall at umstøðurnar í Delhi ikki verða klárar. Bretar hava ávarað um at teir slettis ikki fara til Delhi, um ikki umstøðurnar verða betri, sum er nokk so akutt við at tey eftir ætlan skulu fara til Delhi í morgin. Og Avstralia hevur eisini givið sínum svimjarum boð um at teir frítt kunnu fara heim aftur, um teir ikki føla seg trygg í Delhi. Trupulleikarnir vóru sum kunnugt fyrst ‘bara’ vánalig fyrireiking, men nú hava tey eisini trupulleikar av monsun-veðrinum.

8 thoughts on “Kaos her beint áðrenn Commonwealth”

    1. Ja eg hoyri teg, (Ella: I feel you.. muahaha) tað gjørdist kanska ikki verri um teir fluttu leikirnir til Rhodos, men eið heldur betur 😉

      For hundan sum Rhodos var vánaligt.

  1. Her er eitt videoinnslag har man sær hvussu grav-etandi skitið tað er, har summir av íðkarunum skulu búgva. Ein stankur av mannatrekki og hundalorti beinanvegin tú kemur inn á økið, opin hol niður í kloakkirnar, el-leidningar sløðast her og har (við streymi í), hundaspor og onnur tekin um at heimleysir hundar hava búð í íbúðunum.

    Og hatta er ‘bara’ reinføristrupulleikin. Bæði Avstralia og Nýsæland ávara eisini síni um terror-vandan:

    “Our travel advice has made clear that there is a high risk of terrorism in New Delhi and our travel advice has made clear that since 2000 there have been at least 14 major terrorist attacks in New Delhi.”, sigur sjálvur forsætismálaráðharrin í Avstralia:
    http://www.walesonline.co.uk/news/wales-news/2010/09/23/aussie-pm-repeats-delhi-terrorism-warning-91466-27328703/

    Og í Nýsælandi sigur forsætismálaráðharrin seg vilja stuðla einum og hvørjum íðkara sum ikki heldur tað vera trygt at fara til Delhi: “they have to make their own decision on whether they feel comfortable or not with the risks involved”
    http://timesofindia.indiatimes.com/sports/events-tournaments/commonwealth-games/top-stories/I-will-support-athletes-who-dont-attend-CWG-New-Zealand-PM/articleshow/6605026.cms

    Minst 20 fólk vórðu sum kunnugt skødd tá ið ein gongubrúgv har nærhendis datt niður, og partur av tekjuni er eisini dottin niður í bygninginum har vektlyftingin skal vera.
    http://www.swimnews.com/news/view/8083

    40% av íbúðunum til íðkarar eru ikki klárar enn, harav onkur bygningur sum ein journalistur orðar tað: “barring a miracle, will not come close to the minimum standards expected of the shoddiest holiday resort by the time the first athletes are due to arrive”. OG har eru ábendingar um at tey brúka børn til arbeiðið:
    http://news.sky.com/skynews/Home/UK-News/Commonwealth-Games-New-Pictures-Show-The-Ramshackle-Conditions-In-Delhi-India/Article/201009415741508?lpos=UK_News_Second_UK_News_Article_Teaser_Region_2&lid=ARTICLE_15741508_Commonwealth_Games%3A_New_Pictures_Show_The_Ramshackle_Conditions_In_Delhi%2C_India

    Rhodos var eitt paradís aftur í móti 🙂

  2. Nice, bygningsarbeiðararnir hava opinbart gingið og spýtt skrá úr betel-bløðum á gólvið, meðan teir arbeiddu. Og í summum íbúðum hevur verið reguler yvirflóð ..

    “They show filthy toilets with wash-basins and walls stained with betel leaf (chewed and spat out by construction workers), bedrooms in a mess and flooded apartments, a result of all the heavy rain Delhi has experienced over the past few weeks.”

    http://www.bbc.co.uk/news/world-south-asia-11399455

  3. Sá eina áhugaverda viðmerking á YouTube, har onkur stúrdi fyri at tey ikki fingu eftirkannað øll hesi nógvu fólkini nóg væl, sum nú renna runt og rudda og vaska hotellini. Fínar greiðir við einum ordiligum átaki beint upp undir … men tað gevur ikki anti-terror-liðunum nógva tíð til at eftirkanna alt umaftur.

Ger viðmerking