Mínar notur frá Aqua Clinic 2010 (2)

Her er so framhald av mínum notum frá Aqua Clinic, frá tá ið Jesper von Seelen Hansen greiddi frá “Body Learning – om hvordan børn lærar at bevæge sig, og om hvad trænere kan gøre for at hjælpe”.

Jesper von Seelen Hansen

Jesper von Seelen Hansen er fyrrverandi høvuðsvenjari hjá Nyborg Svømmeklub, Haderslev Svømmeklub og Aalborg Svømmeklub, sum ‘við síðuna av’ tók kandidat-útbúgving í ítrótti. Hevur verið ungdómsvenjari hjá Dansk Svømmeunion, og ger nú Ph.D.-projekt um “Praksis, læring og kvalitet i idrætstimerne i den danske folkeskoles 7.-9- klasse.”

Her er ikki so nógv noterað, kanska tí at eg tók tað eitt sindur róligt nú eftir at Eskild Ebbesen hevði verið á, ella tí at hesin góði Jesper vavdi eitt sindur runt í tí í fyrstanini. “Pædagogik” er ikki akkurát orðið at blaka eftir svimjivenjarum, um man vil hava teirra áhuga, og tað segði Jesper seg eisini vita. Hann burdi bara hava kallað tað okkurt annað 😉

Men okkurt er, sum t.d. niðurskriving av heimasíðuni hjá honum, www.trænerudvikling.dk. Hann segði at ein typisk donsk venjaraútbúgving innihelt fysiologi, psykologi og teknikk, men alt ov lítið pædagogikk. Fortaldi okkum forrestin at orðið pædagog merkir “Én der følger drenge i skole”, og víðkaði tað so meira moderna til “Én der introducerer nyankomni i hvordan man handler i kulturen”. Um tey so eru børn ella vaksin, sum skulu læra at vera svimjarar ella whatever.

Sambært Von Seelen Hansen koma bara 25% av tí sum børn læra í skúla og aðrastaðni frá tí sum tey egentliga fáa frálæru í, meðan restin er frá vinunum og líknandi.

Hann nevndi eitt eksperiment har fyrstuhjálps-næmingar, fyrstuhjálps-lærarar og verulig (roynd) bjargingarfólk skuldu vísa fyrstuhjálp, og tríggir líknandi fólkar so skuldi gita, hvør sum var tann sum hevði bjargað í áravís. Hvussu nógvir av næmingunum kláraðu at spotta serfrøðingin, hvussu nógvir av lærarunum, og hvussu at serfrøðingunum? Tað vísti seg at heilir 90% av serfrøðingunum dugdi at spotta serfrøðingin, í mun til 50% av næmingunum og 30% av lærarunum. Orsøkin til at lærararnir gittu skeivt, var tí at teir kendu ‘røttu’ fyrstuhjálpina for væl, og tí ikki dugdi at síggja at serfrøðingurin dugdi. Og orsøkin til at næmingarnir kláraðu seg betur enn lærarar, var nokk at teir ikki dugdu reglurnar nóg væl, enn. Serfrøðingarnir sóu hinvegin so gott sum altíð at talan var um ein serfrøðing, líka mikið um har vóru nøkur frávik frá reglunum.

So var ein psykologi-test nevnd, har tveir bólkar av vist nokk børnum úr 5. flokki høvdu fingið nakrar uppgávur, og so líka mikið um hvussu tey kláraðu uppgávurnar, fingu at vita at tey vóru annaðhvørt “intelligent” ella “gjørdu sær ómak”.

– 14 dagar seinni fingu tey aftur uppgávur, men kundu velja um tær skuldi vera lættar ella torførar. Tey “intellegentu” valdu lættar uppgávur, meðan tey “røsku” valdu tær torføru.

– 14 dagar seinni fingu tey aftur uppgávur, sum við vilja vóru alt ov torførur (uppgávur til 8. flokk ella líkandi). Tey “intellegentu” góðu beinanvegin uppat, ‘tí hetta var alt og torført’, meðan tey “røsku” royndu at loysa tær.

Moralan er, at um tú fortelur fólk at tey eru nærmast fødd begávað, so er tað sum at tey halda at tað er tað, og tey tí ikki royna meira. Um tú hinvegin fortelur teimum at tey eru røsk, og fokuserar uppá at tað er innsatsurin sum telur, so knokla tey og blíva betur.

At enda er eitt citat her, sum sigur “De ting vi ikke gør, påvirker praksis i lige så høj grad, som de ting vi gør”. Get it ? … um okkurt er galið, og man bara letur sum einki – ‘blandar seg uttanum’ – so ávirkar tað støðuna líka nógv sum hvis man hevði roynt at broyta støðuna. Og tá er tað tíverri ofta tann tigandi meirilutin sum vinnur, og ger at einki broytist.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.