26 svimjarar til Íslands í heystferiuni

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Svimjisamband Føroya ætlar í heystferiuni 8. til 15. oktober at senda 26 svimjarar til Íslands, at kappast og venja á stuttgeil og langgeil. 16 av hesum vórðu tikin út á úttøkustevnuni í vikuskiftinum, at umboða Føroyar í landsdysti ímóti Íslandi tann 9. oktober, og hini 10 eru síðani vald út til eisini at luttaka á eftirfylgjandi venjingarleguni, sum fyrireiking til altjóða avbjóðingar.

DSC00826

[Landdystarliðið 2010]

Tey 16 til landsdystin eru:

  • Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum, Helena Sævarsdóttir, Pál Joensen, Jón Hofgaard og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag
  • Turið S. Christiansen, Bjarni M. Petersen og Heðin L. Olsen úr Ægir
  • Guðrun Holm Jacobsen, Magnus Jákupsson og Dánjal Hestoy úr Havnar Svimjifelag
  • Birita Debes og Astrið Foldarskarð úr FLOT
  • Jonna B. Thomsen og Jóhann Heðinsson úr Fuglafjarðar Svimjifelag.

Tey 10 eyka eru:

  • Cecilia Eysturdal úr Ægir, Erna Katrin Olsen úr Suðuroyar Svimjifelag og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, sum hava klárað kravtíð til norðurlendsku juniormeistara- stevnuna (NJM) í desember
  • Sofus Bech úr Suðuroyar Svimjifelag, Eva Trygvadóttir úr Ægir og Edit Dahl úr Havnar Svimjifelag, sum eru nær at klára kravtíð til NJM
  • Sigmund Mørkøre úr Ægir, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, Alvi Hjelm úr Ægir og Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag, sum venja fram ímóti norðurlendsku meistarastevnuna fyri ung (NMU) í 2012.

Venjingarlegan í Íslandi er liður í áhaldandi arbeiðnum hjá Svimjisambandi Føroya, at bøta upp á væntandi venjingarumstøður her heima. Hon verður bæði á 25 og 50 metrar geil, eftir umbøn frá venjarunum, av tí at báðar hyljalongdir hava týdning fyri optimala venjing.

Høvuðsvenjarar á leguni verða Petur Heðin á Fløtti úr Ægir og Jón Bjarnason úr Suðuroyar Svimjifelag. Ferðaleiðarar verða Niels Pauli Eysturberg og Eyðun Húsgarð, sum umboð fyri starvsnevnd SSF, og hartil koma Marit Skaalum og Súsanna Mortensen.

Ferðaliðið fer úr Føroyum fríggjadagin 8. oktober, og kemur heim aftur fríggjadagin 15. oktober. Landsdysturin ímóti Íslandi verður leygardagin 9. oktober, í Íslandi, eftir sama leisti sum í Føroyum í fjør, men við eini eitt sindur ørvísi kappingarskrá. Meira verður at frætta um landsdystin, so hvørt sum hann nærkast.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking