Liðið til landsdystin ímóti Íslandi úttikið

Høvuðsvenjararnir í føroysku svimjifeløgunum og starvsnevnd Svimjisamband Føroya hava á fundi í gjár og í dag samtykt at taka út fylgjandi 16 svimjarar til landsdystin ímóti íslendingum í Íslandi leygardagin 9. oktober 2010:

DSC00826

Kvinnur

  • Guðrun Mortensen, Suðuroyar Svimjifelag
  • Turið S. Christiansen, Ægir
  • Birita Debes, FLOT
  • Tanja Skaalum, Suðuroyar Svimjifelag
  • Helena Sævarsdóttir, Suðuroyar Svimjifelag
  • Guðrun Holm Jacobsen, Havnar Svimjifelag
  • Astrið Foldarskarð, FLOT
  • Jonna B. Thomsen, Fuglafjarðar Svimjifelag


Menn

  • Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag
  • Magnus Jákupsson, Havnar Svimjifelag
  • Bjarni M. Petersen, Ægir
  • Jón Hofgaard, Suðuroyar Svimjifelag
  • Dánjal Hestoy, Havnar Svimjifelag
  • Jóhann Heðinsson, Fuglafjarðar Svimjifelag
  • Eyðbjørn Joensen, Suðuroyar Svimjifelag
  • Heðin L. Olsen, Ægir

Raðfylgjandi er tilvildarlig.

Hetta er ikki heilt sama lið sum í fjør, millum annað tí at Shaila millum Garðarnar og Pauli Ø. Mohr hava meldað avboð, og tí at aðrir svimjarar eru skaddir ella givnir. Men Svimjisambandið er tó við hampuliga gott mót, sjálvsagt serliga í kappingum har svimjarar sum Pál og Magnus, Birita, Turið og Tanja svimja, ið fyrr hava vunnið á íslendingum, á landsdysti í fjør og á Small States stevnuni í vár.

Liðið fer til Íslands fríggjadag 8. oktober, og fer so eftir sjálvan landsdystin á venjingarlegu í 25 og 50 metra hyli í Íslandi, við heimferð til Føroya fríggjadagin hin 15. oktober. Afturat hesum 16 verða nakrir juniorsvimjarar og yngri svimjarar tiknir út, sum venja fram ímóti millum annað Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í desember. Hesir fáa boð í seinasta lagi í morgin 20. september, um hvør sum sleppur við.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.