Magnus 4:42.49 og juniormet í 400 blandað

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag megnaði eisini at seta juniormet í 400 blandað, tá ið tann teinurin varð svomin í gjár. Tíðin hjá honum var 4:42.49, har kravtíðin til at kunna seta juniormet var 4:48.41, og sostatt vóru tey tvey sum megnaðu at seta juniormet í hesum longsta teininum í blandaðari svimjing.

DSC00803

One thought on “Magnus 4:42.49 og juniormet í 400 blandað”

  1. Um eg havi talt rætt, so hava føroysku svimjararnir til nú sett 130 føroysk met og juniormet í 2010, hetta árið tá ið alt skuldi ganga spakuligari tí at superdraktirnar vórðu bannaðar. Ikki so galið 🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.