Mark Schubert sendur til hús við løn

Amerikanski Mark Schubert er sendur til hús við løn, tað tey kallað “paid leave of absence” frá sínum starvi sum høvuðs-landsliðsvenjari hjá USA Swimming. Tað er ikki enn greitt hví at hetta hendir, men SwimmingWorld Magazine hevur fingið at vita frá álítandi keldum, at tað ikki hevur nakað við siðamisbrot at gera, “nor any other ethical, social or unlawful improprieties”.

Gitt verður tó at tað er vegna okkurt kallað Athlete Assistance Plan, sum Schubert hevur staðið á fyrra, men sum US Olympic Committee vrakaði, og sum tey síðani hava klandrast um til tað gjørdist okkurt minni týðandi enn upprunaliga ætlað.

Lesið t.d. her á SwimmingWorld og her á SwimNews.com

One thought on “Mark Schubert sendur til hús við løn”

  1. The Washington Post skrivar at Schubert fekk boð um at taka orlov ella verða koyrdur:

    “Schubert, one of the most prominent U.S. coaches in the sport’s history, has come under fire in recent weeks for his operation of the national team program, according to a source close to the situation. Schubert, who coached Olympic legends Dara Torres, Janet Evans and other stars, has alienated a number of officials with outbursts and other behavior that some considered unprofessional, and was told Wednesday morning either to take the 60-day leave or face being fired, the source said.”

    Og tað er ikki við mýkindum, at fólk fáa boð um at Schubert altso er í orlov:

    “Michael Phelps, Ryan Lochte and the rest of the U.S. national team were told in an e-mail Wednesday afternoon to have no contact whatsoever with Schubert for at least the next 60 days. The e-mail was sent by USA Swimming Chief Executive Officer Chuck Wielgus.”

    [Mín viðmerking:] – Hatta er ógvusligari enn tá ið til dømis Jessica Hardy fekk dopingdóm, og eftir røttum sambært dopingreglunum átti at verið bannlýst frá venjing og øllum (undantikið um hon vildi vera við til anti-doping-tiltøk). Hon hevur jú sjálv nevnt at hon vandi saman við Soni og hinum hjá Salo:
    http://www.svimjing.com/2009/08/14/story/morning-swim-show-tosar-vid-jessica-hardy#comment-2235

Ger viðmerking