D’Arcy nú eisini í vanda fyri at fáa dopingdóm

Avstralski Nick D’Arcy var um at fáa ein dopingdóm fyri nýtslu av astmaevninum Formoterol, inntil avstralska svimjisambandið nú onkunsvegna fekk FINA til at umstoyta dómin, av tí at tey í Avstralia høvdu forsømt at tryggja at FINA hevði fingið neyðugu TUE upplýsningar um medisinska tørvin hjá D’Arcy at taka hetta astmamedisin. Tey høvdu eftir øllum at døma sent upplýsningarnar sum telefax í november í fjør, men uppdagaðu so fyrst tá ið FINA tók hann fyri doping við evninum í juni mánaða, at FINA ikki hevði fingið upplýsningarnar.

Formoterol er forrestin nágreiniliga sama slag av astmamedisin, sum eisini avstralski Ryan Napoleon herfyri fekk 3 mánaðar karantenu fyri at nýta, tí at apotekið var komið til at seta skeiva etikett á hansara astmai-inhalator. Og D’Arcy, ja hann er ein kúllur sum varð blakaður av liðnum hjá Avstralia til HM í Manchester í 2008, tí at hann í slagsmáli hevði brotið nøsina á einum øðrum svimjara.

Les swimnews.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.