FM úrslit frá 2007 til 2010

Tíðirnar frá FM 2007, ’08, ’09 og ’10 eru at finna á grafinum her. Stafettirnar eru ikki tiknar við. Bara tann besta tíðin hjá finalistunum tikin við, tað vil siga, um viðkomandi svam skjótari í innleiðandi umfarinum, so er tann tíðin at finna her. Tíðirnar verða vístar í sekundum.



Á y-ásini, uttast til vinstru, ber til at velja slag av kapping. Litirnir kunna setast eftir kyn, felag, árgang og annað ovast til høgru (sí “Colour”). Til ber at velja svimjarar við at seta flugubein niðast til høgru.

Úrslitini skullu takast við fyrivarni. Har eru óivað nógvir feilir. Úrslitini liggja her: FM 2007, FM 2008, FM 2009 og FM 2010.

One thought on “FM úrslit frá 2007 til 2010”

  1. Her síggja vit, hvussu árgangirnir mennast í 50 frí. Vit síggja m.a. at 80’ara generatiónirnar hvørva aftaná FM 2009.

Ger viðmerking