Íslendarar duga absolutt eisini at svimja á sjónum

Leygardagin 28. august svumu 16 svimjarar úr Sundfélag Akraness og venjari teirra Mads Claussen teir 22 kilometrarnar frá Reykjavík til Akranes, í tí tey kalla Faxaflóasund 2010. Talan var um stafett, har tey svumu 1 til 3 ferðir 10-20 minuttir í part, og so at enda teir síðstu metrarnar bara í vanligum svimjiklæðum inn á land.

faxafloasund2010a

[Pictures courtesy of Mads Claussen]

faxafloasund2010cVit kenna fleiri av hesum svimjarum frá landsdystinum í fjør og Small States stevnuni í ár. Á fyrstu myndini her svimur til dømis Birgir Viktor Hannesson, sum svam 200 metra bringusvimjing á landsdystinum millum Føroyar og Ísland í november í fjør, umframt Lea Hrund Guðjónsdóttir í bátinum sum svam 400 frí. Og her til høgru sæst Ágúst Júliússon, sum vann silvur á Small States 2010.

faxafloasund2010b

Eitt hugskot til okkum kanska eisini, at svimja sovorðið ‘boðsund’ á havinum 🙂

Ger viðmerking