ÍSF og 10’arin gjørt samstarvsavtalu

Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so hevur Ítróttasamband Føroya og 10’arin Sp/f gjørt samstarvstalu, um at 10’arin fær rætt at senda upptøkur frá ítróttatiltøkum, herundir kappingum sum verða fyriskipaðar av ÍSF ella sersambandi undir ÍSF. Eftir nærri avtalu við fyriskipandi sersamband kann 10’arin eisini senda beinleiðis frá finalum ella øðrum tiltøkum. Frammanundan hevur ÍSF samstarvsavtalu við Rás2 hjá Miðlahúsinum og Kringvarp Føroya um útvarp, umframt við Kringvarp Føroya um sjónvarp. 10’arin er eftir øllum at døma onkur sjónvarpsrás sum sæst á Televarpinum, sum 80% av føroyingum hava møguleika at síggja.

Ger viðmerking