Er tað nú liðugt við demokratisku tilgongdini hjá FINA ?

Hetta spyr John Leonard formaður í American Swimming Coach Association, í almennum skrivi her á SwimmingWorld Magazine og á www.swimmingcoach.org. Stjórnin í FINA ætlar nevniliga at avtaka rættin hjá limasambondum sum til dømis Svimjisambandi Føroya at koma við málum at viðgera á regluligu kongressini, fyri í staðin at loyva bara stjórnini í sjálvum FINA at koma við uppskotum. Ein rættur sum til dømis í fjør viðførdi, at USA hóast mótmæli frá ovastu FINA stjórnini legði uppskot fram um at avtaka superdraktirnar, ið síðani varð samtykt við 186 atkvøðum ímóti 6.

Eftir øllum at døma heldur FINA ógvuliga lítið um uppskotini frá limasambondunum yvirhøvur, nú Leonard kann skriva: “A stupendous 95 percent of the ideas that come from outside the Bureau are opposed”. Ovasta FINA stjórnin plagar eftir øllum at døma at biðja limasambondini um uppskot til viðgerðar á kongressini (sum er at kalla aðalfundurin hjá FINA), og handar so á sjálvari kongressini út ein lista við uppskotunum, har tey eisini lýsa um FINA stjórnin er fyri ella ímóti uppskotinum. Og Leonard sigur altso, at FINA stjórnin í 95% av førunum er ímóti teimum uppskotum, sum ikki koma frá FINA stjórnini sjálvari.

Nú er fráboðanin frá ovastu trímannastjórnini hjá FINA so, at einans stjórnin hjá FINA kann koma við uppskotum til komandi kongress, sum verður í Shanghai í leypi av heimsmeitarastevnuni har í 2011. Leonard sigur enntá, at skjalið til viðgerðar fer at lista upp einans tey uppskot frá FINA stjórnini sum sjálvur stjórin ella ovasta trímannastjórnin í FINA hevur viðmælt, sum altso verður enn eitt lag av filtur og avmarking av valdinum at koma við uppskotum til broyting í reglugerðini hjá FINA. Og fyri at taka eitt ógvuliga hondgrípiligt dømi, so vildi uppskotið í fjør um at avtaka superdraktirnar tá ongantíð verið komið til atkvøðugreiðslu á kongressini, tí at bæði FINA stjórnin og ovasta stjórnin vóru ímóti uppskotinum.

Rætturin at koma við broytingaruppskotum endar altso sambært Leonard hjá bara tveimum av trimum limum í ovastu stjórnini hjá FINA, og tí er tað at hann mótmælir.

Ger viðmerking