Einans Føroyar og Ísland betraðu seg í øllum í Budapest

Svenski Christer Magnusson hevur á www.scmsom.se eina rúgvu av áhugaverdum hagtølum, har hann millum annað samanber bestu tíðir á EM og Pan Pacific í ár við HM í Rom í fjør. Í einum øðrum yvirliti kunnu vit her lesa, at Føroyar og Ísland vóru einastu svimjitjóðir sum betraðu seg í 100% av luttøkuni á EM, í mun til tilmeldingartíðirnar. Føroyar, Danmark, Ísland og Noregi vóru eisini einastu svimjitjóðir sum megnaðu at svimja skjótari í øllum finalum og hálvfinalum í mun til í innleiðandi riðlum, og Føroyar eru eisini millum tey fáu har allar luttøkur í sjálvum finalunum vóru skjótasta royndin hjá viðkomandi í kappingargreinini á EM.

pal-pauli-etc-i-canet

[Íslendska og føroyska liðið í Canet. Frá vinstru Jacky Pellerin, Jakob Jóhann Sveinsson, Pauli Ø. Mohr, Pál Joensen, Jón Bjarnason og Thurid Kjærbo]

Jón Bjarnason vísir mær í chatti á, at talan er um ‘bara’ tilmeldingartíðirnar, sum í millum annað okkara føri vóru rættiliga veikar, av tí at vit bara meldaðu til víð tíðum frá 2010. Myndin er tí eitt sindur misvísandi, í mun til um samanborið varð við persónlig met, men væl at merkja til okkara fyrimuns. Pál og Pauli betraði seg jú í øllum, uttan í tí eina førinum har Pauli svam nágreiniliga somu tíð sum tann ið var hansara besta tíð áðrenn EM. Um samanborið varð við persónlig met, “so MORLAÐU okur alt sundur” (citat Jón Bjarnason).

Í øllum førum eitt einastandandi úrslit, og kudos til lítla leirin sum fór á venjingarlegu í Canet, umfatandi netupp Føroyar og Ísland.

Har er nógv annað áhugavert í hasum hagtølunum hjá Magnusson, sum tit eisini kunnu lesa um á www.simma.nu/se. Millum annað síggja vit í samanbering av bestu tíðum í 2009 og 2010 at bara 9.5% av mannligu ryggsvimjarunum og 10.5% av mannligum frísprintarum klára at betra seg nú eftir at superdraktirnar eru burtur, har ‘botnskorararnir’ hjá kvinnum eru bringusvimjarir við 16.4% og firvaldasvimjarar við 16.9%. Langteinarar klára best at betra seg, um enn tølini ikki eru garvilt imponerandi 21.6% hjá monnum og 35.8% hjá kvinnum. Og so løgið nokk bringusvimjarar hjá monnum, sum við 21.8% faktiskt hevur fleiri betringar enn teir mannligu langteinararnir.

Og hvat merkir so alt hetta? Jú, vit síggja jú at tølini sum heild eru lág, svingandi frá tíggindi hvør svimjari til triði hvør. Og her er tað fantastiskt at vit halda stand, ikki bara við Pál og Paula á EM, men eisini við Biritu á EJM, Magnusi og restini á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, liðnum á Small States 2010, og góðum føroyskum úrslitum eisini aðrastaðni.

Okkara bestu svimjarar tykjast nærmast konsekvent at betra seg allir sum ein, sum við støðuni nú merkir at munurin verður enn minni upp til ovastu tindarnar 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.