Tríggjar dopingsakir afturat í gjár

SwimmingWorld Magazine hevur eina áhugaverda grein her, har tey ikki bara lista upp fýra avgerðir um doping sum altjóða svimjisambandið FINA tók í gjár, men eisini útgreining av hví tey ymisku siga seg hava verið dopað, og hvussu FINA velur at døma har út frá. Tey dopingdømdu eru, út yvir Ryan Napoleon, Daynara de Paula úr Brasil, Sergio Garcia Ortiz úr Spania, og Matthew Zammit av Malta.

Daynara de Paula varð í mars mánaða tvær ferðir tikin fyri at hava dopað seg við Furosemide, ið er dopingevni tí at tað kann krógva nýtslu av øðrum dopingevnum. Frágreiðingin sum FINA hevur fingið frá íðkaranum, er at eitt lógligt kosttilskot man hava verið dálkað við Furosemide í framleiðsluni, og tey hava tí eisini avgjørt at minka karantenuna frá teimum í mesta lagi 2 árunum, til 6 mánaðir.

Sergio Garcia Ortiz hevur tríggjar ferðir ikki verið til at finna tá ið dopingmyndugleikarnir ætlaðu at kanna hann, innan fyri eitt 18 mánaðar tíðarskeið. Hann hevur havt onkra umbering um ‘persónlig viðurskifti’, og FINA hevur tí valt at linka karantenuna til 1 ár. Forrestin ein sak sum minnir ógvuliga nógv um hana hjá eisini spanska Munoz, ið tó (í øllum førum fyribils) slapp heilt undan dómi. (fyribils, tí at WADA hevur kært málið).

Matthew Zammit varð í mai mánaða testaður positiv fyri Stanozolol, sum er eitt anabolskt steroid. Umberingin er at hann hevði etið onkrar ókendar tablettir sum hansara persónligi venjari hevði givið honum, og her fellur hamarin altso. 2 ára karantenu, sigur FINA.

Í øllum fýra førum er tað svimjisambandið hjá viðkomandi sum ber kostnaðin fyri sakarmálið.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.