Pál nr 4 á styrkislistanum hjá FINA

Vit vita hetta longu, at Pál Joensen nú eftir EM og Pan Pacs 2010 er nummar 4 á alheims styrkislistanum í 1500 frí, aftanfyri kanadiska Ryan Cochrane, amerikanska Chad LaTourette og franska Sebastien Rouault. Men gott allíkavæl at síggja tað soleiðis offisielt, á styrkislistanum hjá altjóða svimjisambandinum FINA.

FINA World Ranking 1500 Freestyle Men

Frammanfyri hann eru altso evropameistarin frá EM, umframt gull og silvurmeistarar frá Pan Pacs. Aftanfyri er millum annað OL og HM meistarin Oussama Mellouli á einum 18. plássi, evropameistarin í stutthyli Federico Colbertaldo á einum 12. plássi, og gullvinnarin frá suðurafrikansku meistarastevnuni í vár Herman Heerden á einum 11. plássi.

Pál er einasti norðurlendingur í topp 20, har Mads Glæsner er næsti á einum 26. plássi. Í 800 frí lirkar Pál seg eisini innum topp 10 við einum 9. plássi, har Mads Glæsner er nummar 13, og har kinesiski Lin Zhang heimsmeistari í 800 frí frá HM í Rom er nummar 10.

Pál er eisini ein av teimum bara fimm í topp 10 í 1500 frí sum hava sett persónligt met í ár, tvs. uttan møguliga superdrakt:

  • Cochare Ryan, 1988 (CAN) 14:49.47 (hevur svomið 14:40.84 í 2008)
  • LaTourette Chad, 1988 (USA) 14:54.48 (hevur svomið 14:53.77 í 2009)
  • Rouault Sebastien, 1986 (FRA) 14:55.17 (vist nokk persónligt met)
  • Joensen Pal, 1990 (FAR) 14:56.90 (persónligt met)
  • Zhang Lin, 1987 (CHN) 14:58.90 (hevur svomið 14:45.84 í 2008)
  • Pizzetti Samuel, 1986 (ITA) 14:59.76 (vist nokk persónligt met)
  • Hurley Robert, 1988 (AUS) 15:00.96 (hevur svomið 15:00.96 fyrr í 2010)
  • Vanderkaay Peter, 1984 (USA) 15:03.86 (hevur svomið 14:45.54 í 2008)
  • Ryan Sean, 1992 (USA) 15:04.84 (vist nokk persónligt met)
  • Dai Jun, 1992 (CHN) 15:06.17 (vist nokk persónligt met)

Tað hevur sjálvsagt týdning fyri motivatiónina hjá honum og kappingarneytunum, at vita at man svimur skjótari nú enn nakrantíð, eisini hóast at hesar superdraktir eru burtur. Ella øvut um man ikki ger tað.

Ger viðmerking