Ein áheitan til Runavíkar Kommunu

Terje B. Vestergaard formaður í Neptun skrivar her á Vágaportalinum vegna ‘turrasta svimjifelag í Føroyum’, um royndirnar at fáa svimjihyl bygdan í Runavíkar Kommunu. Um gyltu vallyftini frá lokalpolitikarum á staðnum, og um hvussu teir so eftirfylgjandi allíkavæl søgdu seg ikki hava ráð, fyri síðani 2 mánaðir seinni at brúka pengarnar uppá mentanarhús í staðin. Eg loyvi mær at endurprenta greinina í fullari longd, her í tí fylgjandi …

Ein áheitan til Runavíkar kommunu

“Nú er løtan” er eitt av teimum vælsvingandi løgunum, sum hava rungað um oyggjarnar seinastu tíðina, og haldið eg eisini at tað er ein hóskandi yvirskrift, til hesa áheitan til Runavíkar kommunu, um at nýta lagaligu løtuna, at byggja tann leingi væntaða svimjihylin í Runavík.

Svimjifelagið Neptun
Í 1964, tóku nakrir ungir menn við áræði, stig til at stovna svimjifelagið Neptun, sum skuldi hava til endamáls, at fáa ein svimjihyl bygdan á Glyvrum.

Teir gjørdu alt, sum stóð í teirra magt til tess, og fingu bæði tekningar, grundstykki og fígging til vega. Tað skuldi tó vísa seg, at hetta ikki var so lætt, sum tað sá út til, og tá kommunan, av áðum, sum eg ikki komi inn á her, trekti sín part av fíggingini aftur, datt alt niður fyri. Hetta hevði við sær, at hóast so gott sum allar grannakommunurnar hava svimjihyl, er ongin svimjihylur enn bygdur í Runavíkar kommunu, hóast hetta hevur verið eitt av fólksins hægstu ynskjum øll hesi árini.

Lat meg nú ikki gerða kommununi órætt, ein hylur bleiv bygdur í Søldarfirði, men hann velji eg, av góðum grundum at síggja burtur frá.

Skúlabygging uttan svimjihyl
Í 2005 fór Runavíkar kommuna undir nýggja skúlabygging við løkin í Runavík, og sóu somu menn, sum stovnaðu felagið í sínari tíð, nú ein møguleika til at fáa ein svimjihyl bygdan, saman við nýggja skúlaprojektinum. Tí tóku teir stig til at endurstovnað gamla felagið, sum ikki hevði verið virkið síðani, og heittu tí á yngri kreftir um at taka yvir. Undirritaði bleiv, sum sjálvur fimti, valdur í nevndina, sum skuldi royna at koma í samskifti við kommununa, um at fáa svimjihyl bygdan saman við skúlanum.

Tað var við stórum spenningi, at vit sum nevnd fóru til verka, og sóu vit fyri okkum, at nú fór at bera til, tí teir sum tá ráddu fyri borgum, vórðu flest allir valdir inn í kommununa, uppá gylt vallyftir um ein svimjihyl, og væntaðu vit tí, at hetta var eitt upplagt høvi hjá teimum, at halda givin lyftir.

Hetta skuldi tíverri ikki vísa seg at verða so, vit fóru sum flongdir hundir av fundinum, boðini vórðu, at tað bar als ikki til hjá kommununi at spenna seg fyri meir enn tá var budgettera við. Vit høvdu entá verið so raskir, at hava eitt alternativt projekt við okkum, sum vit høvdu fingið til vega frá einari donskum svimjifelag, sum passaði væl til okkara tørv, og sum hevði ein kostnað, sum leysliga mett, var uml. helvtina lægri enn projektið sum kommunan hevði liggjandi.

Tað løgna og undrunarsama, sum hendi bert 2 mánaðar seinni var, at nú bar til at spenna budgettið hjá kommununi við meir enn tí kostnaði, sum tilsvaraði tí alternativa projektinum, sum vit høvdu víst á, tí nú skuldi mentanarhús/aula og matstova byggjast saman við skúlanum. Í dag er meirkostnaðurin í mun til fyrsta budgettið helst væl dýrari enn projektið hjá kommununi var. Hetta er tó farið, og hava vit helst fínasta og best útgjørda skúla í landinum, har bæði Løkshøll og matstovan eru ein sonn perla, sum vit øll kunnu gleðast um og verða stolt av, og sum helst eru hvørt oyra vert.

Nú er løtan!
Nú situr nýggj manning í kommununi, og er tað ongin loyna, at teirra uppgáva ikki hevur verið heilt løtt, tí kommunan hevur verið fíggjarliga niðurbundin, vegna fígging av skúla og barnagarðs bygging. Hetta fer tó at verða avgreitt skjótt, og fari eg tí at heita á kommununa, um at leggja út í kortið av nýggjum, har svimjihylurin, sum flest øll í okkara parti av kommununi vilja hava, verður settur, sum fremsta raðfesting.

50 metra hylur í Runavík
Júst í hesum døgum, verður nógv prátað um mangulin av einum 50 metra hyli, og hevur tað ljóðað av hægsta stað, at fígging skal fáast til vega til ein 50 metra hyl. Hetta má so avgjørt verða tað gylta høvið hjá okkum, at bjóða okkara øki fram til bygging av hesum hyli. Um stutta tíð, verða vit knýtt tættari til høvuðstaðarøkið, og er tað sjálvsagt at vit, sum saman við grannunum á Toftum eru ein verðuligur ítróttarmiðdepil, bjóða øki fram til hesa skilagóðu verkætlan.

Eg vil fegin undirstrikað, at hetta lesarabræv, er ikki skrivað sum ein klaga um nakað ella nakran, men bert sum ein lýsing av støðuni og sum ein áheitan til fólk og mynduleikar á staðnum.

Eg vil at enda heita á Runavíkar kommunu og fólkið á staðnum um at standa saman um hesa verkætlan, og fremja hana í verkið. Verkætlanin hevur staðið á pappírinum alt ov leingi, Nú er løtan, vit prógva á so mongum økjum, at vit kunnu ganga undan, bæði tá tað kemur til vinnulív, mentan og ítrótt, og trúgvi eg, at tað eisini fer at bera til at fremja hesa verkætlan í verkið.

Við Svimjihylskvøðu
Terje B. Vestergaard
Formaður í Neptun (Turrasta svimjifelag í Føroyum)

3 thoughts on “Ein áheitan til Runavíkar Kommunu”

  1. Báðar døturnar hjá mær hava spælt tónleik í Nes Sóknar Musikskúla, líka síðani tær yvirhøvur sloppu til. Vit hava longu brúkt Løkshøll nógv, og eru rímiliga glað fyri húsið.

    Men um eg persónliga skuldi valt millum tónleikarundirvísing ella svimjiundirvísing, so var valið lætt. Tað er ólíka nógv lættari at halda sær uppi við svimjing á sjónum, enn við eini klarinett 😉

    1. Hatta er í øllum førum generella tankagongdin her, at tað er betri bara at drukna við stíli, enn at brúka kreftir uppá svimjing.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.