Svimjisambandið boðar frá, at almenn móttøka verður fyri EM-liðinum í SMS, týsdagin 24. august kl 10:30. Við vón um at møtt verður fjølment, til at heiðra okkara svimjarar fyri framúr avrik í Budapest. Persónligt met í hvørjari kapping, tvær ferðir í finalu og eina ferð silvurheiðursmerki, trý føroysk met og eitt norðurlendskt met, og nummar 15 av yvir 40 londum á EM 2010.
Viðmerkingar
EM kaka og kaffi í Baresso
SMS.fo boðar frá:
"Móttøkan verður klokkan 10:30 í Baresso, umframt talur, blómuhandan vm. hevur Mylnan bakað eina serliga EM kaku til heiðurs fyri Páli. Tey vitjandi fáa ein góðan kakubita og Baresso bjóðar kaffi afturvið."
Eisini móttøka í Vági
Sí t.d. http://www.sudurras1.com/pages/posts/mottoka-fyri-pal-og-jon-i-morgin430...
Tey eru øll á veg suður
Ferðaliðið úr Budapest hava verið úti hjá Løgmanni, og nú eru tey á veg suður.
Góð kaka
Mylnan hevði nummererað startskamlarnar.
Røðan hjá ÍSF formanninum á Vágaportalinum
Sí http://new.vagaportal.fo/pages/posts/isf-forsetin---vist-eitt-gott-andli...
Mynd av okkum á tinganes.fo
Frá tá ið vit vitjaðu Løgmann :-)
http://www.tinganes.fo/Default.aspx?ID=434&M=News&PID=551&NewsID=3233
Eisini myndir í Dimmu og á Portalinum
Dimman (25. august) hevur eina samrøðu við Pál.
Portalurin hevur myndir úr Havn og úr Suðuroy.