Móttøka fyri EM-svimjarunum tann 24. august

Svimjisambandið boðar frá, at almenn móttøka verður fyri EM-liðinum í SMS, týsdagin 24. august kl 10:30. Við vón um at møtt verður fjølment, til at heiðra okkara svimjarar fyri framúr avrik í Budapest. Persónligt met í hvørjari kapping, tvær ferðir í finalu og eina ferð silvurheiðursmerki, trý føroysk met og eitt norðurlendskt met, og nummar 15 av yvir 40 londum á EM 2010.

DSC00398

7 thoughts on “Móttøka fyri EM-svimjarunum tann 24. august”

  1. SMS.fo boðar frá:

    “Móttøkan verður klokkan 10:30 í Baresso, umframt talur, blómuhandan vm. hevur Mylnan bakað eina serliga EM kaku til heiðurs fyri Páli. Tey vitjandi fáa ein góðan kakubita og Baresso bjóðar kaffi afturvið.”

  2. http://new.vagaportal.fo/pages/posts/isf-forsetin—vist-eitt-gott-andlit-uttan-fyri-landoddarnar-3438.php

    Røða Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti helt fyri svimjarunum í gjáramorgunin á móttøkuni í SMS.

    Góðu svimjarar og tit øll, ið varða av svimjingini!

    Fyrst av øllum skal eg vegna ÍSF ynskja tykkum hjartaliga tillukku við framúrskarandi úrslitunum í EM-kappingini í Budapest, sum vit her heima við stórum spenningi kundu fylgja við í.

    Vit ynskja tykkum øllum somlum vælafturkomin: Pál, Pauli, Jón, Thurid og Rókur!

    Serliga eru vit errin av tær, Pál, sum megnaði at seta Føroyar á heimskortið við silvurmerkinum í 1500 metra frísvimjing, ið gav bæði føroyskt og norðurlendskt met.

    Somuleiðis fegnast vit saman við tær, Pauli, at tú í tínum kappingum bæði megnaði at seta eitt føroyskt met og eina rúgvu av persónligum metum.

    Eisini skalt tú, Jón, fáa nøkur orð við á vegnum, tí tú sum fáur megnar at koyra á og fáa tað besta burtur úr teimum svimjarum, tú tekur tær av.

    * * *

    Tit í Svimjisambandinum hava enn eina ferð víst, at tit gera eitt topp-professionelt arbeiði, og tit tora umaftur og umaftur at taka tey stóru tøkini, ið skulu til.

    Samlaða avrikið í Budapest prógvar, at játtanin til úrvalsítróttarfólk er pengar, ið eru væl givnir út og veruliga hava kastað frálík úrslit av sær.

    Veruleikin er, at vit hava ikki ráð til ikki at játta pengar, tá vit hava hesi talentini, ið megna hesi stóru avrikini, og vit eiga altíð at tryggja teimum bestu møguligu umstøður.

    Tá vit tosa um úrvalsítróttarfólk, so gongur Pál undan sum ein lýsandi stjørna, og vónandi fer tað eisini í komandi tíðum at bera til at finna pengarnar til bestu venjing og fyrireiking.

    * * *

    Um tvey ár eru olympisku leikirnir í London, og vit vita, at tað er stóri dreymurin hjá Páli, at hann tá kann teljast millum tey íðkandi í stóru OL-kappingini.

    Í mong ár hevur verið arbeitt við at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC, og støðugt royna vit at ávirka leiðandi IOC-fólk, so skjótt eitt høvi býðst.

    So leingi, vit ikki hava limaskap í IOC, mugu vit leita eftir teimum møguleikum, ið kunnu finnast, so Pál eisini í London verður at síggja millum hinar av heimsins fremstu svimjarum.

    Sum er, er eim møguleiki, at vit við samstarvsavtalu við donsku olympisku nevndina, ið umboðar alt ríkið, kunnu fáa Pál við til OL, men vit kanna alla tíðina allar møguleikar.

    * * *

    Síðani EM-kappingina í Budapest hevur nógv verið tosað um, at okkum tørvar ein 50 metra svimjihyl í Føroyum og umstøður annars, tá talan er um úrvalssvimjing.

    ÍSF ynskir sjálvandi bestu umstøður fyri øll ítróttarfólk, og at vit hava bæði hallir og vallir til so nógvar ítróttargreinar sum gjørligt kring alt landið.

    Tað er heldur einki dulsmál, at ein 50 metra svimjihylur hevði verið góður at fingið eisini, so umstøðurnar hjá Páli og øðrum blivu tær allarbestu.

    Men tørvurin er stórur innan fleiri ítróttargreinar, so tí er neyðugt, at ÍSF saman við umboðum fyri almennu myndugleikarnar og kommunurnar fær sett øll hesi viðurskifti á breddan.

    * * *

    Góðu tit øll!

    Ítrótturin hevur enn eina ferð víst eitt gott andlit uttan fyri landoddarnar og givið Føroyum eina umrøðu, vit øll somul bara kunnu fegnast um og vera errin av.

    Enn eina ferð er staðfest, at íløgur í ítrótt koma fleirfalt aftur, tí føroysk ítróttarfólk altíð eru bestu ambassadørar fyri landið og fólkið, hvar tey so koma kring knøttin.

    Og enn eina ferð hevur tað verið svimjingin – og serliga Pál – ið hevur víst umheiminum, at eisini vit í lítlu Føroyum kunnu ala fram stórar kempur.

    Takk fyri enn eitt gott avrik og allarbestu eydnu í komandi avbjóðingum!

Ger viðmerking