Ragnvald til HM í svimjing fyri fólk við tarni

20 ára gamli Ragnvald Jensen luttekur í hesum døgum á heimsmeistarastevnuni fyri fólk við tarni, sum er í Eindhoven í Niðurlondum frá 14. til 21. august. Hann hevur longu týsdagin kappast í 100 metra ryggsvimjing, har hann við tíðini 1:17.13 gjørdist nr 20 av 28; og í gjár í 100 metra bringusvimjing, har hann við tíðini 1:17.75 gjørdist nr 11 av 28. Eftir hjá honum er 200 metrar frísvimjing, sum verður leygardagin 21. august. Við á túrinum eru venjari hansara Beinir Danielsen og liðleiðari Halla W. Reinert. Til ber at fylgja við kappingini 'live' á www.paralympicsport.tv, umframt at síggja úrslit og annað á www.wcswimming2010.com

Viðmerkingar

Mynd: rokur

Ragnvald nr 24 í 200 frí

Tíðin var 2:24.00, sum viðførdi at hann gjørdist nummar 24 av 33
http://www.paralympic.org/results/liveresults_ftp/events/2010%20IPC%20Sw...