Pan Pacs svarar aftur við einum braki

Pan Pacific Championships 2010 er byrjað, ið er stóra kappingin millum serliga londini runt Stillahavið í ár – USA, Canada, Avstralia, og Japan. Evropeiska meistarastevnan var sum kunnugt á ógvuliga høgum støði, við eini rúgvu at bestu tíðum í heiminum í ár, og amerikanska SwimmingWorld Magazine er tí eisini beinanvegin farin undir at lista upp eitt ‘virtuel meet’ her á heimasíðu síni, har tey samanseta bestu úrslit frá EM og Pan Pacs tilsamans. Evropa hongur í, men Stillahavið hevur tó longu vunnið nakrar alvorligar sigrar. Sí eisini serligu heimasíðuna hjá SwimmingWorld.TV í sambandi við Pan Pacs 2010.

5 thoughts on “Pan Pacs svarar aftur við einum braki”

  1. Evropeisku kvinnurnar vunnu á Pan Pacs kvinnunum, men Lochte, Phelps og stafettirnar hjá monnunum gjørdi munin í samlaðu støðuni.

Ger viðmerking