Erling Eidesgaard varpaði beinleiðis GPS yvirum Nólsoyarfjørð

Erling Eidesgaard, sum vann Nólsoyarsvimjingina leygardagin, varpaði beinleiðis á netinum frá túrinum via TrackRec, ið er eitt ókeypis GPS-forrit til iPhone. Sostatt kundu familja og onnur fylgja við á landi. Vinnaratíðin hjá honum var 1:32:45.



Sum tað sæst á kortinum svam Erling eitt sindur longri (reyð strika = 6.17 km) enn tær 4 km, sum rutan var sett at vera (blá strika).

Úrslitið gjørdist hetta:

  1. Erling Eidesgaard – 1:32:45
  2. Eli Christiansen – 1:38:00
  3. Erlendur Simonsen – 1:53:00
  4. Jákup Enni – 1:57:45
  5. Eirikur Hofgaard – 2:17:30

One thought on “Erling Eidesgaard varpaði beinleiðis GPS yvirum Nólsoyarfjørð”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.