Erling Eidesgaard varpaði beinleiðis GPS yvirum Nólsoyarfjørð

Erling Eidesgaard, sum vann Nólsoyarsvimjingina leygardagin, varpaði beinleiðis á netinum frá túrinum via TrackRec, ið er eitt ókeypis GPS-forrit til iPhone. Sostatt kundu familja og onnur fylgja við á landi. Vinnaratíðin hjá honum var 1:32:45.

Sum tað sæst á kortinum, so svam Erling eitt sindur longri (reyð strika = 6.17 km) enn tær 4 km, sum rutan var sett at vera (blá strika).

Úrslitið gjørdist hetta:

  1. Erling Eidesgaard - 1:32:45
  2. Eli Christiansen - 1:38:00
  3. Erlendur Simonsen - 1:53:00
  4. Jákup Enni - 1:57:45
  5. Eirikur Hofgaard - 2:17:30

Viðmerkingar

Genialt

Í summar sendi Tour de France súkklarir GPS, ferð, kadansu, kraft og hjartarútmu beinleiðis á netið via HTC Legend (Android) telefonum.

http://www.svimjing.com/2010/07/05/blog/bartal/tour-de-france-beinleidis...

Men í føroyskum svimjihøpið er Erling nokk tann fyrsti sum hevur roynt hetta.