Føroyskir triathletar gera um seg á Ironman teininum

Fýra føroyingar luttóku í gjár í Copenhagen Challenge, sum er triathlon á Ironman-teininum, tvs. 3.8 km svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning. Andrass Joensen megnaði at koma á mál í tíðini 9:55:05, sum rakk til eitt fimtapláss í hansara aldursbólki, menn 45-49 ár, har sjálvur fyrrverandi súkklarin Rolf Sørensen gjørdist nr 8. Evald Rasmussen. Evald Rasmussen gjørdist nr 42 í sínum aldursbólki við 12:09:22, og Kári Simonsen nr 66 við 13:11:20. Hjá kvinnunum megnaði Annelisa Justensen við tíðini 13:08:46 at gerast nr 18 í aldursbólkinum 25-29 ár. Í leypi av tiltakinum varð eisini føroyska Karina Ottesen heiðrað fyri sítt silvurheiðursmerki á Ironman-teininum í Klangenfurt tann 3. juli, har hon kvalifiseraði seg til Ironman á Hawaii við tíðini 9:34.50.

11 thoughts on “Føroyskir triathletar gera um seg á Ironman teininum”

  1. Ahem, Rolf Sørensen var 17 sek skjótari enn Andrass í svimjingini. Tíðin hjá Rolf fyri 3.8 km var 1:02:30. So Andrass hevur bukað Rolf Sørensen av í súkkling? 🙂

    Tvætl, Rolf økti um munin á súkklu við 6 min og 30 sek til Andrass, men Andrass var knapt 10 min skjótari á mál aftaná renningin.

  2. Nakrar viðmerkingar eru strikaðar her, tí at fólk vórðu ákærd fyri doping, ið ikki hava fingið dóm.

    Tað skal skiljast akkurát sum tað er, at eg ikki vil hava nakað í klemmu, sum ábyrgdari av heimasíðuni.

    Men skrivið endiliga um tey sum hava fingið dóm.

  3. Eg eri stórur mótstandari av doping av øllum slagi, men haldi ikki man skal ákæra nakran alment, sum ikki hevur fingid dóm, eidheldur ákærdur av nøkrum mynduleika, og tí reageradi eg soleidis. Men eg haldi at tad er undarligt at alt bleiv sensurera nú, aftaná at hava haft lov at stadi á síduni sídan í gjár. Var tad tí at okkurt kediligt kundi fáast burturúr teimum leinkjum eg vidfesti???

    1. Har var einki nýtt undir sólini. Summi av okkum hava innsæð at súkklingin var gjøgnumsýrað av doping, og summi jagla í teorium. Persónliga trívist eg best við at nevna fólk sum eru staðfest at hava verið dopað, sum (donsku fyrrverandi toppsúkklararnir) Bjarne Riis, Bo Hamburger, Brian Holm, Jesper Skibby, Kim Andersen, Peter Riis Andersen, Jakob Moe, Brian Dalgaard, Knud Enemark Jensen …

        1. Politiken listar hann bara upp sum mistonktan, hóast eg ferð eftir ferð havi hoyrt søguna um hann sum fyrsta dopingtilfeldi í OL-søguni. Doyði á OL í Rom í 1960, og varð undir obduktiónini funnin at hava tikið amfetamin og Roniacol. ‘Trupulleikin’ var bara, at doping ikki ordiliga var uppfunnið enn sum hugtak.

          http://en.wikipedia.org/wiki/Knud_Enemark_Jensen

    1. Vit hava verið har fyrr, og støðan er tann sama. Ilttelt eru lov, á sama hátt sum hæddarlegur. Kannað og viðgjørt og staðfest av World Anti Doping Association (WADA).

      EPO og amfetamin og “pot belge” er ikki lov, sum var blandingin hjá súkklarum av kokain, heroin, koffein, amfetamin og øðrum dopingevnum. So gott sum allir súkklarar frá 90-unum hava viðgingið at hava nýtt hesi evni, so man má hava verið klassa-naivur at hava sitið mitt í millum teir og einki sæð.

  4. Fyrst av øllum hava langt frá allir súklararnir frá 90-unum vidgingi doping, men fleiri hava sagt at teir vistu um doping og kanska eisini vóru freistadir, eitt nú her: http://spn.dk/cykling/article952545.ece

    Ilttelt og hæddarvenjing er langt frá tad sama. Sum her forklára í einum interview vid Professor Frank Delbeke:

    Delbeke: Your hematrocit level will invariably drop if you perform heavy physical feats. You can’t start the Tour with a hematocrit level of 45 and finish it at 45. That’s how they caught Rumsas: his hematocrit actually rose during the Tour. And apart from that, a rise from 41 to 48 in a few weeks’ time is abnormal too.

    SM: But can’t you achieve a similar effect with an oxygen tent or elevation training?

    Delbeke: Yeah, an oxygen tent can do that. I consider it to be doping too, because it’s raising your hematocrit level artificially too. But you can’t do it with high elevation training, no way. Simply because you can’t train 5 hours a day at great heights. But you can sleep in your low pressure chamber every night

    Kelda: http://www.dailypeloton.com/displayarticle.asp?pk=7844

    At WADA enn ikki hevur bannad hesum teltum, er fyri mær óskyljandi. Men tad er kanska bara tí at tad er nærum ómøguligt at umsita.
    Man sær eisini ofta at ídkarar, sum eru tiknir og skuldsettir fyri doping, skylda uppá at teir bara hava sovid í einum slíkum telti, sum jú hevur júst somu effekt sum EPO.

    1. Tú forsvarar súkklarum sum kanska umbóru seg við at hava sovið í ilt-telti, men sum í veruleikanum tóku bæði EPO og anabolskar steroidir. Ella teimum fáu sum kanska veruliga vóru reinir, men sum so hinvegin høvdu hjálp av hesum dopaðum hjálparryttarum ið seinni viðgingu doping, og sum tískil vóru líka nógv snýtarar sum tann éini í eini stafett har hinir vóru dopaðir. Tað er ein orsøk til at heil lið vórðu blakað út úr Tourinum, hóast bara nakrir á liðnum vórðu tiknir fyri doping.

      Í staðin leggur tú eftir ilt-teltunum, sum hava verið so væl og virðiliga ákærd fyri at vera doping, men sum tó so at enda vórðu góðtikin av WADA. Á linju við tá ið fólk løgdu eftir superdraktunum; men við tí stóra muni at superdraktirnar at enda vórðu dømdar forbodnar, meðan ilt-telttini vórðu dømd at vera í lagi.

      Hesi telt eru í dag so mikið góðtikin, at avstralski OL-gullvinnarin Stephanie Rice tann 26. apríl í ár uttan nakað hóvasták kann loyva sær at leggja mynd út á netið av sínum telti, og á Twitter greiða frá hvat hetta teltið ger, uttan at risikera hetz frá nøkrum uttan kanska nøkrum fáum forvirraðum sálum:

      Another on Twitpic

      Eg eri yvirbevístur um, at um hesi telt ein dag allíkavæl skuldi verði forboðin, so forsvinnur tað telt í somu stund, sum tú hevur so ilt av. Men til tá er tað altso fult út í lagi, at gera sum ein rúgva av hinum, fullkomiliga opinlýst og fullkomiliga uttan ótta fyri trupulleikum við WADA.

      Hví í allari víðu verð heldur tú at íðkarar umbera seg við at teir hava sovið í ilt-telti, um teir verða tiknir fyri doping? Tí at teir halda tað vera smart at umbera eina brotsgerð við aðra, sum tá ein narkokurerur sigur at “Nei, hetta er ikki kokain men heroin”? Nei, teir umbera seg við ilt-teltum, tí teir vita at tað er OK.

      So hvør er tú at spyrja, hvat sum er moralskt ? Tú sum ikki ein gang kann leggja navn við, tí at tað kanska avdúkar tína veruligu motivatión ?

      Ein moralskur krossriddari sum krógvar seg aftan dulnevni.

      Eg meini tað.

Ger viðmerking