Nú skal Pál í fjøllini at ganga

Jón Bjarnason fortaldi mær í gjár, tá ið eg skrivaði tíðindaskriv um teir 800, at Pál í fyrstuni fer at venja éina ferð um dagin í hylinum, tá ið hann kemur heim av feriu, umframt einaferð á landi. Og har er landvenjingin serliga gongutúrar í fjøllunum, til at styrkja beinini.

DSC00336

Hann minnti meg á at hetta var nakað sum norski evropameistarin í 100 metra bringusvimjing Alexander Dale Oen eisini gjørdi nógv av, til at verja síni knø. Eg hevði sjálvur eitt prát við Dale Oen her í vikuni, har eg av forvitni spurdi hann um hann hevði nakað sum helst av trupulleikum við knøunum. Nei segði hann, tí at eg treni nógv á landi, til dømis hatta har (og so peikaði hann yvir á útspringsfólkini sum hoppaðu í trampolinum).

DSC00009

Jón Bjarnason hevur eina anekdotu frá íslendska bringusvimjaranum Jakob Jóhann Sveinsson, sum serliga Pál og Jón hava verið í ferðalagi við, hesar seinastu nógvu vikurnar. At hann fekk eitt sjokk, tá ið Alexander einaferð lokkaði hann við at ganga í fjøllunum. Orðingin var at Alexander var sum ein gazella, sjálvt í ringum gongulendi, og hugsaði fleiri stev fram sum ein rutineraður talvspælari, har Jakob Jóhann mátti fokusera bara næsta stev fram.

DSC00231

Hetta passar lukkutíð eisini ógvuliga væl við nýggjastu rørsluráð frá norðmonnum, har Eline Thornquist professari i fysioterapi á lærda háskúlanum í Bergen sigur, at tað fyri okkum vanligu er ríkiligt og yvirkomiligt at halda seg til bara 3 ferðir gongutúr við moderatum tempo um vikuna, til at halda kroppin sunnan. Tað kann eisini vera svimjing, má eg heldur skunda mær at siga; men í øllum førum eru umberingarnar fáar eftirhondini, fyri ikki at fara ein túr í fjøllini.

DSC00386

3 thoughts on “Nú skal Pál í fjøllini at ganga”

  1. Jón Bjarnason minnir meg á at tiltikni venjarin Gennadi Touretski eisini legði stóran dent á (skjótar) gongutúrar, í venjingini av Alexander Popov og øðrum. Hann kallaði tað fyri menning av “natural strength”, og helt at tað gjørdi mun í kappingini ímóti teimum sum bara vandu spesifikt.

    At the 1998 World Championships, the two fastest 100 meter freestylers in the world, Popov and Michael Klim (who is also coached by Touretski) met in the finals. Popov, the eventual winner, demonstrated the kayak principle while Klim performed a catch-up stroke. When watching Klim, one can see where there is an almost complete lack of propulsive force during armstroke recovery. Many believe it is only his natural strength that allows Klim to compete so closely with Popov.

    http://www.swimnem.org/news/Newsletter_1298.pdf

    (Touretski vandi bæði Popov og Klim)

  2. Ahem, skuldi man tryggja sær ein mentalan fyrimun fram um danir, so burdu vit øll gjørt tað um ikki annað ‘for syns skyld’, og so sligið tað stórt upp. So kunnu danir traðka Valby Bakke oman og niðan nakrar ferðir.

    Minnist til at vit kappast um somu OL pláss, við kvotu á max 2 luttakarar í hvørjari grein. Alt ger mun 🙂

    1. Okur hava 1½ ár til at fáa ein annan føroyskan langteinara til at svimja undir OL kravtíð í 1500m frí, OG vinna á Mads.

      Hvør meldar seg til eitt slíkt projekt? 😉

      2 føroyingar í OL finalu í 1500m frí… now that would be a sight for sore eyes, og eitt IOC limaskap… pronto! 😉

      kick them while they are down

Ger viðmerking