Pauli nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing

DSC00315Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pauli Ø. Mohr setti í morgun nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, í innleiðandi riðlunum á EM í Budapest. Tíðin 31.39 er flott nýtt føroyskt met við so gott sum einum sekundi, har metið hjá Dánjal Martini Hofgaard frá Reykjavík International Games í 2008 var 32.36.

Besta tíð hjá Paula sjálvum var 32.64 áðrenn hetta, svomið á Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni mánaða. Hann hevur sostatt betrað seg nógv í øllum trimum kappingum sum hann hevur luttikið í til nú, á evropameistarastevnuni í Budapest. Og spenningurin er tí stórur til teir 50 metrarnar frí í morgin, har hann við bestu persónligu tíð 24.68 er bara ein góðan tíggjundapart frá føroyska metinum á 24.56, sum Kristian Olsen svam á Reykjavík International Games í 2007.

Eitt vit eisini skulu minnast til, er at Pauli sum restin nú svimur í svimjibuksum, har hann í fjør gjørdi seg galdandi í superdrakt. Pauli hevur hervið staðfest at hann er betri nú sjálvt uttan superdrakt, í 50 firvald, 100 frí og 50 bringu. Eitt stórt til lukku frá Svimjisambandinum, fyri at vera ein tann besti føroyski svimjarin nakrantíð.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.