Pál fekk 5. pláss og setti nýtt føroyskt met í 800 frí

Pál Joensen fekk eitt 5. pláss í 800 frí finaluni í Budapest. Tíðin hjá honum var 7:53.11, sum er nýtt føroyskt met. Gamla metið, sum Pál setti við superdrak í fjør, var 7:54.40. Norðurlendska metið hjá Mads Glæsner er 7:52.18. Fraklendingurin Sebastien Rouault fekk gull við tíðini 7:48.28.

  1. Sebastien Rouault, Frakland – 7:48.28
  2. Christian Kubusch, Týskland – 7:49.12
  3. Samuel Pizzetti, Italia – 7:49.94
  4. Gergo Kis, Ungarn – 7:51.93
  5. Pál Joensen, Føroyar – 7:53.11
  6. Federico Colbertaldo, Italia – 7:54.84
  7. Mads Glæsner, Danmark – 7:55.80
  8. Gergely Gyurta, Ungarn – 7:59.95

Pál legði harðast út við Mads Glæsner og Sebastien Rouault undir liðini. Rouault og Glæsner fóru eitt vet frammum eftir 300 m, meðan Kubusch byrjaði at seta fer á aftaná 350 og vendi sum nr 2 aftaná 400 m aftanfyri Rouault og frammanfyri Glæsner. Pál svaraði aftur og fór frammum Glæsner 50 m seinni, men samstundis byrjaði Pizzetti og Kis at taka seg fram, soleiðis at Kubusch, Rouault, Pizzetti og Kis vendu sum nr 1, 2, 3 og 4 aftaná 500 m. Rouault og Kubusch svumu undan hinar og lógu lið um lið heilt til mál.

One thought on “Pál fekk 5. pláss og setti nýtt føroyskt met í 800 frí”

Ger viðmerking