Jú, mús eitur “egér” á ungarskum

Tit minnast kanska greinina her um ungarsku Krisztinu Egerszegi, sum var einaráðandi i ryggsvimjing síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum. Hon varð kallað “Eger” á ungarskum, sum skal merkja mús, kanska vegna byrjanin uppá hennara eftirnavn, hennara unga aldur, og tí at hon var so lítil.

Og jú, Bjarnason og eg rendu okkum inn í nakrar “fehér egér” á shoppingtúri í gjár, sum merkir “hvít mús”:

DSC00310

Vit sóu eisini eina fitta pythonslangu, sum kostaði 17990 forintar, ið eru einar 486 danskar krónur:

DSC00305

Har var eitt sovorðið lítið fitt eitt-ella-annað:

DSC00309

Og hendan doyptu vit skjótt “Coldbertaldo”. Hann hevði koyrt bæði seg og hjólið um koll, og lá nú meira ella minni hálvdeyður og bíðaði eftir at orka okkurt aftur:

DSC00304

One thought on “Jú, mús eitur “egér” á ungarskum”

Ger viðmerking