Pál víðari úr innleiðandi 800 frí

Pál Joensen vann í áðni 4. riðil í 800 frí innleiðandi í Budapest. Tíðin hjá Pál var 7:56.55, ið var 4. besta tíð í morgun. Hesir møtast í finaluni kl 16 í morgin.

  • Christian Kubusch, Týskland - 7:53.93
  • Sebastien Rouault, Frakland - 7:54.30
  • Gergo Kis, Ungarn - 7:55.87
  • Pál Joensen, Føroyar - 7:56.55
  • Frederico Colbertaldo, Italia - 7:58.32
  • Mads Glæsner, Danmark - 7:58.50
  • Gergely Gyurta, Ungarn - 7:59.13
  • Samuel Pizzetti, Italia - 8:00.10

Pál legði hart út og førdi allan teinin. Gyurta og Pizzetti blivu nr 2 og 3 í riðlinum. Mark Foster segði á Eurosport, at "[Pál] has gone from zero to hero".

Viðmerkingar

Glæsner er glaður fyri at koma í finaluni

Teir vóru bara tveir svimjarir í 1. riðli, Mads Glæsner og Karol Zaczynski (8:12.48). Tí noyddist Glæsner sjálvur at seta 'pace' fyri at koma í finaluni. Og hann sat á nálum, meðan Pál og teir síðstu svimjarnir svumu 4. riðil.

"Jeg håber lige at få røven med i finalen"

"Det var svært at svømme alene. I andre discipliner kan man måske have en lille fordel, fordi der ingen bølger er fra de andre svømmere, men sådan er det ikke på de lange distancer."

Mark Foster í Eurosport beit eisini merkið við, at hetta var síðsti tjansur hjá Glæsner.

"...he is at the moment biting his nails off backstage..."

Glæsner sigur, at formurin er ikki har hann skal vera, av tí hann lá á hospitalinum við stafylokokkum í vár.

"Jeg er stadig ikke helt kommet efter det. De første 400 meter gik det fint, men så begyndte jeg at blive træt. Derfor er jeg selvfølgelig glad for min tid og for at være blandt de bedste."

Les meira á eb.dk.

Bjarnason í DR kl 15

Jón Bjarnason verður í DR kl 15.

Mynd: rokur

P3

Tað koyrir beint nú

DIF væntar at Pál kemur við til OL

Har eru fleiri tíðindi á DR.dk.

Formaðurin í Dansk Idræts-Forbund, Niels Nygaard, væntar at Pál kemur til til OL í London.

"Vi har fulgt ham i længere tid, og vi regner med, at han kvalificerer sig til OL i London"

Les meira her.

Soleiðis svumu 800 frí finalistarnir í morgun