2 góð úrslit í Budapest í dag

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Teir báðir Pauli Ø. Mohr og Pál Joensen svumu báðir fyri Føroyar á evropameistarastevnuni í Budapest í morgun, Pauli í innleiðandi riðlunum av 100 frí, og Pál í innleiðandi riðlunum av 800 frí. Hjá Paula gjørdist tað eitt stórt persónligt met, og hjá Páli rakk tað til finaluna í morgin.

SANY0418

Tíðin hjá Paula gjørdist 54.43, har besta tíð hjá honum til nú var 54.85 frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Prag í 2009. Sjálvsagt tá í superdrakt, har hann nú skuldi svimja í stuttibuksum. Eitt flott persónligt met á yvir fýra tíggjundapartar, sum báðar frá góðum til hálva teinin leygardagin. Besta tíð hjá Paula er nevniliga 24.68 í 50 frí, har føroyska metið hjá Kristiani Olsen frá Reykjavík International Games í 2007 er 24.56.

Í 800 metra frísvimjing hevði Pál fyri eina ferð skyld fyrimun av at svimja í síðsta riðli, so at hann tá hevði sæð teir fyrru riðlarnar svomið, og tí nágreiniliga visti kravið til at sleppa í finalu. So og so skjótt til at vera nóg skjótur í mun til fyrru riðlarnar, og so annars frammanfyri so og so nógvar í síðsta riðli, til at vera millum teir 8 finalistarnar.

SANY0422

Men Pál koyrdi á sum vit hava sæð hann á 1500 metra teininum í gjár og fyrradagin, við høgari ferð allan teinin, og tí eisini beinan vegin eitt fitt glopp aftur til sínar mótstøðumenn í riðlinum. Taktikkurin er at hinir skulu geva upp ella royna at fylgja við og so møðast so mikið, at teir ikki verða vandamiklir í einum møguligum endaspurti. Tað riggaði framúr í dag, og Pál gjørdist tí eisini nummar 4 av teimum 8 sum sloppu í finalu, aftanfyri týska Christian Kubusch, franska Sebastien Rouault og ungarska Gergo Kis.

Teir átta í finaluni gjørdust sostatt

  1. Christian Kubusch úr Týsklandi við 7:53.93
  2. Sebastien Rouault úr Fraklandi við 7:54.30
  3. Gergo Kis úr Ungarn við 7:55.87
  4. Pál Joensen úr Føroyum við 7:56.55
  5. Federico Colbertaldo úr Italia við 7:58.32
  6. Mads Glæsner úr Danmark við 7:58.50
  7. Gergely Gyurta úr Ungarn við 7:59.13
  8. Samuel Pizzetti úr Italia við 8:00.10

Av hesum eru tað serliga Christian Kubusch og Gergo Kis sum eru vandamiklir, umframt sjálvsagt Rouault. Kubusch er júst niður aftur komin av hæddarlegu í einar tríggjar vikur, til bara at svimja hesa éinum kapping, og Kis er á heimabana millum ógvuliga engageraðar áskoðarar. Báðir teir svumu ikki 1500, og Rouault vita vit hevur ferð og styrki, nú hann vann á Páli á 1500 metra teininum í gjár.

Finalan í 800 frí er aftur fyrsta kapping á skránni, klokkan 16:02 føroyska tíð, í morgin fríggjadag 13. august. Pauli Ø. Mohr skal áðrenn tað royna seg í 50 metra bringusvimjing, í innleiðandi riðlunum umleið klokkan 09:42, føroyska tíð. Eurosport sendir beinleiðis sjónvarp frá báðum hendingunum, og Kringvarp Føroya frá finaluni hjá Páli. Hartil ber til at fylgja við tíðunum á www.svimjing.com/live, umframt at síggja kappingina beinleiðis har á netinum, um ikki ber til at síggja sjónvarpsrásirnar.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Budapest

8 thoughts on “2 góð úrslit í Budapest í dag”

  1. Pál og Pauli eru so mikið kvikir, at høvdu teir svomið sum nr 1 og 2 í stafettini hjá dønum í morgun, og svomið upp mótir metini hjá teimum, so hevði Danmark verið í finaluni í kvøld við bestu tíð – 3.19 sekund skjótari enn hollendarnir. Og tá havi eg ikki tikið hædd fyri flúgvandi startin hjá nr 2. Men hinvegin, teir høvdu neyvan verið motiveraðir 😀

      1. …men ikki Føroyar? 😉

        Wildeboer: “Jeg ved ikke, om det er et mentalt problem i Skandinavien. I Norge, Sverige og Finland er det samme billede, lyder de hårde ord.”

        1. Føroyar eru ikki í Skandinavia, men í Norðanlondum. Og Wildeboer tók í hondina á mær beinanvegin vit møttust eftir teir 1500, at ynskja til lukku. “Congratulations, a great time !”

          Veruligu danirnir eru eitt sindur meira styggir.

        2. Sá hann ikki 100m bringu?

          Hann hugsar kanska meira um at Skandinavia bert hevur “sprintarar” hjá monnum, og hesir klára seg ikki eins væl og ‘Otto’, Rikke M.P. og Tessan. Dale Oen og Nystrand undantiki.

          Annars (Kick’em while they are down), hvussu nógv heiðursmerkir vunnu donsku mennirnir til EM? ;o)

    1. Har haldi eg tú fert skeivur Bartal. Hatta er 4×100 medley, tvs at fyrsti svimjari svimur rygg, og nr tvey bringu. Men hatta er rætt um so var at føroysku “eykamenninir” svumu frísvimjing, men tad vanti eg ikki hini lidini høvdu gódtikid 😉

        1. Pál kundi gott bjóða Chris av í bringusvimjing beint nú… pína doy tað er synd í Chris, hann svam aftur eftir til EM 🙁

Ger viðmerking