Pál Joensen fekk EM silvur í 1500 frí

Pál Joensen fekk silvur í Budapest og setti nýtt norðurlenskt met í 1500 frí. Tíðin hjá Pál var 14:56.90 – einans 1.73 sekund eftir fraklendingin Sebastien Rouault, ið svam 14:55.17. Italiumaðurin Samuel Pizzetti fekk bronsu við tíðini 14:59.76. Stuttbana evropameistarin Frederico Colbertaldo úr Italia gjørdist nr 4 við tíðini 15:06.92.

DSC00250

Pál fylgdi taktikkinum, sum Jón Bjarnason og hann høvdu avtalað, við at leggja hart út. Hann legði seg á odda aftaná 100 m og var á odda til góðir 100 m vóru eftir, tá fraklendingurin Sebastien Rouault heintaði Pál og fór frammum. Pál helt tó Pizzetti og hinar aftan fyri seg og setti nýtt norðurlendskt met. Gamla metið var 14:58.55, sum Mads Glæsner setti við superdrakt í Esbjerg í fjør.

Teir báðir Pál og Jón fegnast um úrslitið. Jón: “Hatta er fínt. Eg eri glaður fyri tað.” Pál: “Hetta kundi næstan ikki blíva betur.”

Pál varð útvaldur til dopingkontrol aftaná kappingina, sum var ein væntaður smeitur, tí at hann tá ikki fekk svomið ordiliga út eftir kappingina. Eftir øllum at døma ætlar hann sær at svimja 800 frí í morgin.

One thought on “Pál Joensen fekk EM silvur í 1500 frí”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.