So er EM í Budapest byrjað

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

DSC00094Pauli Øssursson Mohr svam í morgun 50 metra firvaldasvimjing á evropeisku meistarastevnuni á langgeil, sum er í Budapest í hesum døgum. Tíðin hjá honum varð 27.02 sekund, ið er flott persónligt met í mun til hansara nú fyrrverandi á 28.21 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni mánaða. Ein tíð sum boðar frá góðum, nú hann leygardagin skal svimja sína veruliga sergrein, 50 metra frí.

Tíðin er eitt sindur frá føroyska metinum á 25.90, sum Magnus Jákupsson svam á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, tá ið hann vann gull har í Drammen í juli mánaða. Men ein betring á meira enn eitt sekund er ikki at forsmáa, og Jón Bjarnason venjari heldur at tað kundi enntá hava verið eitt hálvt sekund betri, um teknikkurin riggaði líka so væl hjá Paula í móti endanum at teimum 50, sum í fyrstanini.

DSC00082

Nú seinnapartin taka føroyingarnir sær av løttum í Budapest, og hyggja at finalunum heldur í sjónvarpinum á hotellinum, enn at fara til svimjihylin at sita. Tað er heitt í Budapest í dag, og eisini snerkjandi sól á áskoðarar og svimjarar runt uttandurahylin. Í morgin umleið klokkan 10 er tað so Pál Joensen sum skal royna seg, í innleiðandi 1500 metra frí.

Til ber at síggja bæði innleiðandi riðlar og finalur á Eurosport, umframt at síggja tíðir og video á internetinum, til dømis við at vitja www.svimjing.com/live. Innleiðandi riðlarnir byrja hvønn dag klokkan 08:30 føroyska tíð, og finalurnar kl 17:00.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Budapest

4 thoughts on “So er EM í Budapest byrjað”

  1. Skrivaði galið í tíðindaskrivinum, so tað stendur nokk 17:00 alla møguliga staðni. Men klokkan er bara 17 her í Budapest, nú finalurnar eru byrjaðar, og tað er so bara 16 í Føroyum.

  2. Fyrsti maður sum kláraði at fáa “Big Smile” funkuna at aktiverast á mínum nýggja kamera. Tað kravdi at man smílist (fyri føroyingur) sum svakur, áðrenn myndatólið góðtók tað sum eitt “Big Smile”

    DSC00096

    Pál dugdi eisini, so skjótt sum Jón hevði víst vegin

    DSC00099

    Og so eydnaðist tað endiliga eisini hjá mær, við at kroysta meg so at eygunu mundu bóltað úr høvdinum

    DSC00098

Ger viðmerking