Fraklendingar gjørdu tað igen-igen

Fyri triðju ferð á rað hevur Frakland megnað at tapa eina av teimum heilt stóru finalunum, hóast skírdir sikrir vinnarar. Fyrstu ferð var ímóti USA á OL í Beijing, har Bernard fekk skyldina, men har orsøkin nokk fyrst og fremst var vánaligur taktikkur hjá teimum venjarum og leiðarum sum seta stafettina. Fyri aðru ferð var á HM í Rom í fjør, tá ið teir aftur taptu ímóti USA og Russlandi. Og nú megnaðu teir so at tapa ímóti Russlandi á EM í Budapest.

Feilurin í dag var nokk at droppa Amaury Leveaux sum annars svam gott í morgun, og so at lata Bernard svimja síðst. Innskifti Gilot svam so gott sum somu tíð í kvøld, sum Leveaux svam í morgun, ið ikki er gott nokk tá ein hugsar um at tað hjá Leveaux var morgunsvimjing. Bernard slapp avstað umleið samstundis sum Daniil Izotov, men megnaði ikki at fylgja við honum teir 100 metrarnar. Og her er tað merkisvert, at OL meistarin Bernard svam spakuligari av øllum 4 fraklendingum í hesari stafettini, íroknað unga Yannick Agnel sum stutt áðrenn hevði vunnið gull í 400 metra frísvimjing.

Eingin skilur nakað, tí teir eiga klárt skjótasta hópin av 100 metra svimjarum. Men sum onkur sigur, so er trupulleikin kanska netupp at teir hava allar hesar góðu svimjarar, sum allir vilja á liðið. Ein kann fyristilla sær taktikk-fundirnar hjá teimum, tá ið venjarar hvør sær royna at fáa netupp sín svimjara við, og so kanska at enda enda við onkrum komptomid. Teir burdu ikki hava kunnað tapt í dag, men megnaðu tað allíkavæl.

One thought on “Fraklendingar gjørdu tað igen-igen”

  1. Incredibly, France managed to lose another 4 x 100m Freestyle relay, despite entering the event with their swimmers dominating the world rankings. Surely it is now time to move Alain Bernard to a less-pressured position on the relay, to swim 0.4 seconds slower than your best time WITH a rolling start is not good enough. He performed well in Rome last year swimming the second leg but has now under performed on the last leg in Beijing and now Budapest (maybe it only happens at cities beginning with ‘B’?).

    Shocking stat no.1- The French B team (3:13.12) swam faster in the morning heats than the A team did in the finals (3:13.29).

    Frá Speed Endurance

Ger viðmerking