So er føroyska liðið í Budapest

Bara ein stutt heilsan her úr Budapest, nú vit øll eru komin upp á pláss. Teir báðir Pál og Pauli hava verið og vant bæði í gjár og í dag, og tað sær út til at alt koyrir so nøkulunda. Ungarar eru ikki so raskir at kunna um alt tað ymiska, men tykjast hinvegin at koyra rættiliga rutinerað upp á ‘autopilot’.

DSC00016

Hotellið hjá okkum eitur Danubius Hotel Arena, og liggur í Pest-partinum av Budapest. Um eg skilji tað rætt, so er Budapest ein samanrenning av býunum báðum Buda og Pest, við ánna Donau í millum sín, har Buda eru hálendið hinumegin ánna, og vit so eru í slættlendinum.

Kappingin er á oynni Margaret mitt í Donau, sum er ein totalt friðað park við nøkrum hotellum á, umframt einum vatnlandi, einum svimjistadion og ymiskum øðrum. Svimjistadion eitur Alfréd Hajós eftir ungaranum sum vann OL gull í 100 og 1200 metra frísvimjing, á fyrsta OL í 1896.

DSC00021

Tað er eitt gamalt stadion, uttandura, og tey hava tí eisini ávísar trupulleikar við fasilitetunum. Upphitingarhylurin er ov kaldur, eitt vet yvir 24 gradir, meðan kappingarhylurin í gjár var onkunstaðni millum 28 og 29 gradir, sum er ov høgt í mun til hvat FINA loyvir. Hetta var uppi at venda á fundi í gjár, og skal vælsagtans loysast í loypi av komandi døgum.

Her eru metnógv tíðindafólk til eitt EM í svimjing, eini tvífalt fleiri í fjør, kanska einamest tí at hetta er fyrsta stóra altjóða kapping eftir at superdraktirnar eru farnar. Har verður trongt við kappingarhylin, og vit svimjarar, venjarar og leiðarar eru tí troðkaðir so mikið av, at tað eftir øllum at døma verður trupult hjá okkum at síggja nakað. Men tað er nokk í ordan, at raðfestingin er fyrst og fremst fjølmiðlar, áskoðarar, VIP’ar og VVIP’ar. Og til innleiðandi verður nokk eingin trupulleiki.

Í morgun sá eg á danirnar, íslendarar, norðmenn, sviar og finnar, og øll síggja rættiliga spennt út. Italiumenn høvdu spælt klovn við rakibløðum í morgun, so at ein var munkur, ein annar hevði bara nakrar tottar á høvdinum, og ein triði bara eina hond í nakkanum. Amaury Leveaux gongur runt við stórum fullskeggi.

Ná men nú er tað so aftur yvir í hylin, har Pál skal venja vist nokk éina longd á 50 metrar. Vit hava somu tíð her sum í Danmark, tað vil siga ein tíma meira enn tit í Føroyum. Veðrið er einki serligt, og býurin tykist tí eitt sindur gráur, til man er á grønu Margaret. Donau eru vanliga brúna móran, sum vit eisini sóu í Beograd.

Ger viðmerking