Nólsoyarsvimjingin 14. aug 2010

Tíðindaskriv frá fyriskiparunum

Nólsoyarsvimjingin er triðja havsvimjingin í ár. Á jóansøku skipaði Susvim fyri svimjing um Vágsfjørð. Hon bleiv
orsaka av oljudálking flutt vestur á vatnið. 25 svimjarar vóru við til tiltakið.

Havnar Svimjifelag skipaði á ólavsøku fyri fyrstu svimjingini á sjónum síðani 1954. Ein av svimjarunum tá, Áki
Dimon av Tvøroyri, var millum tey 30, ið buðu seg fram at svimja teir 400m innanfyri Molan. Allir svimjararnir lótu
væl at, onkur ætlaði sær út um Molar, tá svomið verður til Nólsoyar.

Í oktobur skipa hósvíkingar fyri svimjing av Selatrað til Hósvíkar, ein teinur upp á 2,2 km. Hetta var eisini roynt í fjør,
og tá vóru 11 svimjarar, ið allir komu vegin fram. Har á leiðini er so at siga streymloysi, so væl ber til at svimja.
Svimjingin um Nólsoyarfjørð hevur vanliga verið fyriskipað á ovastevnu, t.v.s. annað vikuskiftið eftir ólavsøku.
Soleiðis verður eisini í ár.

Hetta hevur verið at lisið á www.triathlon.fo.

Hetta er 13 árið á rað at skipa verður fyri stuðulssvimjing til Nólsoyar, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, og verður í ár
aftur kryddrað við at svomnir verður tveir teinar.

Vanliga teinin, har byrjað verður niðanfyri hjá radioamatørunum við Strond. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyar bygd.
Hin teinurin er 1000 metrar, og byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.

Svimjingin er fyri motiónissvimjarar, kappsvimjarar og svimjiáhugaðum annars.

Fyri at fáa alt at ganga so trygt og gott sum gjørligt, møtast øll hjá Radioamatørunum við Strond ein tíma áðrenn
svimjingin byrjar.

Har verður kunnað um tiltakið og aðrar fráboðanir annars givnar.

Klokkan 9.00 leypa tey, ið svimja 4000 m, á bláman yviri við Strond við Stóradam, niðanfyri hjá Radioamatørunum.
Tey, ið svimja 1000, fara samstundis í bátarnar og sigla til startmálið 1000m úr Nólsoyar bygd, har tey byrja
svimjingina uml. Kl 10.00

Málið hjá báðum bólkum er Ærisportrið á keiini í Nolsoy. Um svimjari kemur á land aðrastaðni, má hann renna seinasta
teinin.

At ansa eftir eru samarittar við á ferðini um fjørðin, og nólsoyingar taka ímóti og hjálpa svimjarunum, tá komið er upp á
land.

Svimjarin skal fáa til vega:

  1. Froskmanna- ella triatlonbúna.
  2. Bát at fylgja sær. Seksmannfar ella størri og minst tvey vaksin við.
  3. Báturin skal hava VHF.
  4. Hampuliga venjing.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.