Ivasamt um Delhi verður klárt til Commonwealth Games

Delhi í India skal í oktober hýsa Commonwealth Games, sum er nærmast OL hjá Bretlandi og fyrrverandi bretsku hjálondunum. Men tað ógvuliga ivasamt hvussu verður hjá teimum, her mitt í fíggjarkreppuni og í einum landi sum India.

Fyrr í vikuni skrivaði Craig Lord á SwimNews, at har enn væntar nógv at verða bygt, og at okkurt av tí sum er bygt er av ivasamari góðsku, sum loftið yvir borðtennisvøllin ið datt niður herfyri, og vinylgólv sum flusnaði av í høgu luftfuktigheitini.

Og í grein nú í dag, sigur hann at hóast indarar sjálvir siga svimjihøllina vera “world-class”, so varð hon kolldømd av FINA stjórnarliminum Sam Ramsamy, ið skal góðkenna høllina. Har eru ov fá og smá umklæðisrúm, ov fáar brúsur, ov lágt loft, ov lítið pláss til svimjararnar at hvíla seg í leypi av kappingardøgunum, ov vánaligir flisar í hylinum, og eingir startblokkar í upphitingarhylinum.

Og so gera indarar ymiskt býtt, sum til dømis at taka burtur elevatorin í vipputornunum sum hevur staðið har í 28 ár, tí at FINA ikki krevur ein slíkan. Tey ráðføra seg ikki við indiska svimjisambandið, og aðalskrivarin har nevnir tí “for the sake of argument”, at har jú heldur ikki stendur nakað um at trappur eru kravdar.

Tað eru ikki stórt meira enn 60 dagar til hetta her Commonwealth Games byrjar, og tey eru slettis ikki klár. SwimNews skrivar “The Commonwealth swimming complex is sub-standard and would be totally unacceptable as host to a world-class FINA event.” Og so kemur alt hitt, sum til dømis at avstraliarar biðja síni avvarandi um at verða verandi heima, heldur enn at koma til India at heppa uppá sínar íðkarar, tí at tey eru bangin fyri væntandi trygdini í India.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.