Pauli til Canet at venja upp undir EM

Pauli Øssurson Mohr og Thurid Kjærbo fóru í morgun avstað til Canet en Roussillon í Suðurfraklandi, at venja upp undir evropameistarastevnuni í Budapest. Pál Joensen og Jón Bjarnason eru longu har suðuri, og tað gongur bara væl, frætta vit. Av løgnum upplivilsum fingu teir eina flogmús at búgva hjá sær í nakrar dagar, sum tó gott nokk skjótt valdi at heldur doyggja.

Thurid og Pauli..

One thought on “Pauli til Canet at venja upp undir EM”

  1. Hoyri í oyrasnigilinum, at teir eru í Canet heldur enn Calella. Har man ikki er sjálvur, er man hálvur 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.