Team Danmark brúkar bakipulvur til sínar sprintarar

Ekstra Bladet skrivar í grein her, at Team Danmark til tíðir gevur síní úrvalsítróttarfólk bakipulvur at eta, til at betra um spurtirnar. Aktiva evnið natron ella bikarbonat í bakipulvuri er sambært teimum vælegnað til at mótvirka mjólkarsýru í beinunum, so at íðkararnir kunnu spurta longri áðrenn teir sýra til, og harvið ‘flyta tey síðstu sekundini’. Men teir siga at tey brúka tað bara tá ið alt annað er optimerað, og ávara hartil um akutt diarré ella spýggju, um man tekur skeiva dosu. Renning, súkkling og rógving verða nevnd sum dømi um ítróttir har hetta kann vera ein hjálp.

One thought on “Team Danmark brúkar bakipulvur til sínar sprintarar”

  1. So klamt tað enn ljóðar, so hava polskir serfrøðingar kannað, hvussu bakipulvur ávirkar ungar svimjarar, ið hava svomið í 6 ár, á styttri teinum. Og niðurstøðan er, at svimjarnir svumu skjótari, MEN at bi-effektin (diarré og spýggju) ikki má ignorerast.

    “In conclusion, the intake of sodium bicarbonate in youth swimmers can significantly increase work capacity during short, intensive interval training. At the same time, acute ingestion of sodium bicarbonate before competition can improve swimming sprint performance at 50 m. This is most likely due to increased buffering capacity. The risk of gastrointestinal side effects, although not seen in our subjects, cannot be ignored, yet pre competition experimentation may decrease the chance of its occurrence or the severity.”
    Zajac et al 2009

    Tað skal leggjast aftrat, at svimjarnir vóru ávaraðir mótir vansunum, og at foreldrini høvdu givið serfrøðingunum skriftliga góðkenning av kanningini.

    Her er greinin í pdf.

Ger viðmerking