Svimur man skjótari í siropi enn í vatni?

Kemiprofessari Edward Cussler á University of Minnesota hevði verið plágaður av hesum tanka í meira enn 30 ár, til hann tann 18. august í 2003 fekk gjørt eina vísindaliga kanning av málinum. Svimur man skjótari í tjúkkum vatni tí at tøkini verða betri, ella vil økta mótstøðan bremsa so mikið at ein svimur spakuligari? Tann 18. august 2003 fekk hann gjørt royndina, við tveimum svimjihyljum á 25 metrar, 16 aktivum svimjarum, 300 kilo av onkrum til at gera vatnið tjúkt við, 22 ymiskum góðkenningum frá myndugleikum, og einum stoppuri. Og svarið er, at tað ger hvørki til ella frá. Les videnskab.dk

One thought on “Svimur man skjótari í siropi enn í vatni?”

  1. Tað er ein parodi av Nobel-heiðurslønunum sum verður givin vísindafólki ið: “first make people laugh, and then make them think.”

    Granskararnir her fingu Ig Nobel prísin í kemi, í harðari kapping við túsundatals aðrar (klikkaðar) kemikarar:
    http://www1.umn.edu/news/features/2005/UR_68515_REGION1.html

    Onnur sum hava vunnið virðisløn, eru til dømis tey sum hava funnið uppá ein máta at gera tequila um til diamantar, tann sum fann uppá at gera parfumu burtur úr neytalorti, og tann sum hevur funnið uppá ein máta at seta eld í eina grill uppá bara 3 sekund.

    Verkfrøðinga-virðislønin varð í ár givin einum liði úr London og Mexico, sum hevur mennt ein máta at heinta inn hvalasnor við hjálp av fjarstýrdum tyrlum. Ja, snor.

    Har er eisini ein Ig Nobel friðarheiðursløn, sum í ár varð givin teimum sum staðfestu, at tað minkar um pínu at banna.

    http://improbable.com/ig/ig-pastwinners.html

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.