Kromowidjojo á sjúkrahúsi við meningitis

Hálendska sprintstjørnan Ranomi Kromowidjojo er sambært SwimmingWorld Magazine innløgd á sjúkrahúsi við heilahinnubruna (meningitis), og luttøka hennara á komandi evropameistarastevnu í Budapest tí ógvuliga ivasom. Kromowidjojo eigur annars bestu tíð í 100 frí í ár, 53.44 frá Amsterdam Swim Cup í mars mánaða.

4 thoughts on “Kromowidjojo á sjúkrahúsi við meningitis”

  1. Er eitt samanhang millum klor og meningitis? Ella trivist hendan bakatussan bara serliga væl i svimjihøllum?

    Okur voru annars vaktir i morgun av franska antidoping. Kanska tey hava serliga nogv folk her nu tour d’epo er 🙂

    1. Ahem, “Many different viruses can cause meningitis; the most common are a group called enteroviruses. These viruses live in the intestines and can commonly cause colds, sore throats, stomach upsets and diarrhoea. Only rarely do these viruses spread through the body to the meninges and cause meningitis.”
      http://www.meningitis-trust.org/images/pdfs/Viral%20meningitis%202010.pdf

      Niðurlendingar hava ein eitt sindur ørvísi hugburð til reinføri í sambandi við svimjing, enn tað sum vit í Føroyum eru von við. Havi til dømis verið í einum hyli, har man skifti menn fyri seg og kvinnur fyri seg, og so brúsaði seg saman í svimjiklæðum (hatta við svimjiklæðunum muundi eg yvirsæð). Og har tað so vóru WC við svimjihylskantin.

  2. Men hon hevur ilt allastaðni, og verður ikki útskrivað av sjúkrahúsi fyrr enn á sama deg sum landsliðið skal avstað til Eindhoven: “Although we didn’t take the descision wether to swim or not in Budapest [as yet], you will understand the chance of that is close to zero”
    http://www.swimnews.com/news/view/7880

Ger viðmerking