Høvuðsvenjarin hjá USA ávarar um doping sum hann veit um

Høvuðsvenjarin fyri amerikanska landsliðið ávarar nú um kosttilskotið Jack3d, sum hann sigur seg vita at amerikanskir landsliðssvimjarar taka, hóast tað inniheldur evnið 1, 3 Dimethylamylamine, ið vil viðføra at tey verða testað positiv, um tey verða dopingtestað.

Hetta eru ógvuliga løgin tíðindi úr USA, við tað at tey eru so offisiell, og tó so svart og pá hvítt bæði útpeika eitt kosttilskot sum ‘doping’, og staðfesta at tey vita um nýtslu av hesum evni. Vit uttanfyri USA kunnu spyrja okkum sjálvi, hví tey ikki bara drøna út og testa allan bandan, til at lúka út hesa doping sum tey opinbart vita um, heldur enn bara at seta kikaran fyri blinda eygað og ávara.

The National Team has had some recent serious challenges with drug testing. We are aware that some athletes have been taking a supplement known as Jack3d. This supplement contains an ingredient called 1, 3 Dimethylamylamine (Geranium [stem]). This ingredient will cause you to test POSITIVE in competition!

Tey ávara gott nokk um at tey skjótt fara at testa væl og virðiliga fyri hesum evni, og at positiv test vil viðføra útilokilsi frá OL í London í 2012. Altso umleið hesi boð: ‘Haldi uppat við tykkara doping, so at tit eru rein til tá ið vit fara at testa’.

Please know that the National Team Division has been and will be target testing any athlete that we believe has a chance to represent the USA in International competition. This is done to prevent the TRAGEDY that occurred at the 2008 Olympic Trials from a positive test. You will be tested. Testing positive will most likely result in a two-year ban and a suspension from the next Olympics in London.

Spurningurin sum vit kunnu seta okkum, er um doping bara er nakað sum ikki skal kunna staðfestast á degnum tá ið testað verður, ella um langtíðarárinini eisini eru forkastilig. Altjóða dopingsambandið WADA er rættiliga greitt hesum viðvíkjandi, at tú verður straffaður líka hart fyri at royna at káva útyvir doping við evnum sum reinsa kroppin fyri dopinevni, sum um tey staðfesta sjálva dopingina.

Persónliga havi eg tað soleiðis, at eg ivist í um sjálv 2 ára karantena er nóg mikið, til at ein íðkari ikki longur hevur fyrimun av teirri doping sum hann einaferð útsetti seg fyri. Tað kann jú hugsast at dopingin hjálpir íðkaranum upp á eitt hægri niveau, sum tað so lættari ber til at halda bæði fysiskt og mentalt, enn um man skal náa tað uttan doping. Eitt sindur sum at tú lættari kanst klára til dømis at gera kropslyftingar, um onkur í fyrstini lyftir eitt sindur við. Og spurningurin er tí, um tað er nakað veruligt virði í hesum síðsta sum Schubert skrivar:

USA Swimming is the BEST swimming nation in the world. It is up to YOU to keep it the cleanest!

Fyristillið tykkum reaktiónina frá USA, um tað var Kina sum leysgav eitt sovorðið skriv, frá sínum høvuðsvenjara.

Lesið skrivið frá Mark E. Schubert her á SwimmingWorld Magazine.

Ger viðmerking