Føroyingar duga enn at seta met

Nú árið 2010 er hálvrunnið, kunnu vit staðfesta at ‘superdraktirnar’ veruliga gjørdu mun, og at tað tískil er nógv torførari at seta met. Einki heimsmet er sett enn í ár, í mun til 66 á langgeil og 73 á stuttgeil í fjør, og heldur einki evropamet. Danir hava sambært scmsom.se sett éitt danskt seniormet, tá ið Mathias Gydesen í apríl svam 54.66 í 100 rygg í USA. Svenski Simon Sjödin hevur sett tvey svensk seniormet í 200 og 400 blandað, í Amsterdam í mars mánaða. Norðmenn hava sett 4 norsk, finnar 2 finsk og íslendarar 2 íslendsk. Men føroyingar, teir hava hesa somu tíð sett í øllum førum 20 føroysk seniormet á langgeil og 11 á stuttgeil, umframt 51 føroysk juniormet á langgeil og 43 á stuttgeil.