Video frá Vansbrosimningen

Endiliga fann eg eina video frá Vansbrosimningen farna vikuskifti, sum tó tíverri ikki vísir ta stóru rúgvuna av svimjarum sum svumu í leypi av vikuskiftinum. Tey vóru yvir 11.600 luttakarar í ymisku kappingunum, 5 km og 1500 metrar ‘halvsim’ fríggjadag, 1000 metur ‘kortsim’ leygardag, og so sjálva Vansbrosimningen á 3000 metrar sunnudag.



Nicklas Luplau og Mathilde Riis Sørensen úr WestSwim Esbjerg vunnu 5 kilometurin fríggjadag. Svenski Mike Thorén og so aftur Mathilde Riis Sørensen 1000-meturin leygardag, og so aftur Mike Thorén og so Mathilde Riis Sørensen sjálva Vansbrosimningen sunnudag. Lesið her á svt.se, og sí úrslit á www.vansbrosimningen.se.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.