Startlistin til EJM í Helsinki 2010

Birita DebesNú sæst startlistin til EJM 2010 her á helsinki2010.fi. Einasti føroyski luttakari er Birita Debes, sum skal kappast í 50 frí, 50 rygg, 100 rygg, 200 rygg og 50 firvald. Og lat meg heldur beinanvegin avdúka, at vit nokk ikki kunnu vænta okkum heiðursmerki, men hinvegin vónandi nøkur met.

Tilmeldingarnar hjá Biritu eru:

  • 50 frí, nr 51 av 56 við 27.93 frá HM í Rom 2009 (føroyskt juniormet)
  • 50 rygg, nr 30 av 53 við 30.68 frá Small States 2010 (føroyskt juniormet)
  • 100 rygg, nr 45 av 47 við 1:08.55 frá Small States 2010 (føroyskt juniormet)
  • 200 rygg, nr 35 av 35 við 2:30.53 frá Small States 2010 (føroyskt juniormet)
  • 50 firvald, nr 49 av 50 við 31.59 frá Small States 2010

Ferðaliðið til EJM 2010 eru landsliðsvenjari Petur Heðin á Fløtti, ferðaleiðari Jórun Eið Johannesen og so sjálvsagt Birita Debes. Tey fara úr Føroyum sunnudagin 11. juli, og koma so heim aftur mánadagin 19. juli.

Ger viðmerking