Pál nr 4 av 5000 í London

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen luttók í vikuskiftinum í árliga Great Swim tiltakinum í London, sum innboðin altjóða svimjistjørna. Hóast at hetta var fyrstu ferð at Pál royndi seg veruligari “open water” svimjing, so varð úrslitið avbera gott, eitt fjórðapláss í kapping við heimsmeistarar og olympiskar heiðursmerkjavinnarar.

CIMG3924

Great Swim tiltakið er ein røð av sjónvarpaðum open water tiltøkum, har úrvalssvimjarar og rørslusvimjarar kappast í at svimja 1 bretskan míl í vatni, firði ella dokk, á 4 ymiskum støðum í Bretlandi. Í fjør vóru tey tilsamans eini 10.000 sum royndu seg í Suffolk, London, Strathclyde og Windermere, og í ár hava tey til nú verið umleið 3000 við Alton Water nær Ipswich í Suffolk, og eini 5000 í Royal Victoria Dock í London.

Pál varð innboðin av fyriskiparunum sjálvum í leypi av Mare Nostrum í juni, at koma at luttaka afturfyri at tey betaldu alt, íroknað ferð, uppihald, luttøku og vátdrakt. Hetta var altso ikki nakað ið sum so var fyrireikað, men hinvegin ein teinur ið hóskaði rættiliga væl til Pál, samstundis sum at Jón Bjarnason allíkavæl var burturstaddur á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í Drammen.

Kappingarneytarnir vóru ikki hvør sum helst, men heldur ein upplisting av øllum teimum sum veruliga eru nakað innanfyri open water svimjing. Heimsmeistarar, olympiskir heiðursmerkjavinnarar og World Cup meistarar í open water svimjing, umframt týski evropameistarin í 1500 metra svimjing í kappsvimjingarhyli. Talan er um rættiliga harða ítróttargrein, har svimjararnir afturat at skula svimja teinin, ofta meira ella minni sláast um at svimja har teinurin er stytstur, umframt at royna at draga nyttu av at spara orku í kjølvatninum á hvørjum øðrum. Ein grein har tann klóki og royndi oftast vinnur á tí skjóta.

Svimjarin sær sjáldan botn, kant ella líknandi, og má tí duga at svimja so beint sum gjørligt, við regluliga at peila av í mun til tað sum hann sær frá vatnskorpuni av. Lætt er at missa seg burtur, og lætt er eisini at koma til at svimja aftanfyri svimjara ið løtu seinni vísir seg at hava svomið skeivt. Kappsvimjarar á altjóða støði hava fyrr roynt seg í open water svimjing uttan at duga, sum til dømis avstralski Grant Hackett, ið eigur klárt skjótastu tíð nakrantíð í 1500 metra frísvimjing, og sum tó ikki megnaði at vinna nakað í open water svimjing, hóast at hann royndi.

Spennandi var tí at síggja, hvat ið Pál Joensen fór at duga til, nú hann eisini skuldi royna seg uttanfyri banatogini. Og lukkutíð fyri okkum, vísir tað seg at hann hevur talent eisini her, tá ið hann beinanvegin vísti seg at vera vandamikil fyri hinar, og einans misti heiðursmerki tí at hann fór skeivur við eina boyu.

CIMG3948

Úrslitið varð at týski Thomas Lurz vann kappingina hjá monnum, við tíðini 16:42.57 frammanfyri avstralska Ky Hurst á 16:43.67 og bulgarska Petar Stoychev á 16:44.29.

Thomas Lurz er heimsmeistari í 5 og 10 km open water svimjing frá HM í Rom, umframt gullvinnari í 5 km open water svimjing frá undanfarnu tveimum HM, og bronsuheiðursmerkjavinnari í 10 km open water svimjing frá OL í Beijing. Hann varð kosin ársins open water svimjari í fjør, og er árgang 1979 í mun til at Pál er árgang 1990. Hann vann eisini World Cup røðina í fjør, við 9 ferðir at verða fremstur í 10 km havsvimjing, og hevur bara tapt 3 open water kappingar síðani 2007.

Ky Hurst árgang 1981 vann silvur í 5 km open water svimjing í Perth í Avstralia í 1998, og hevur fýra ferðir vunnið avstralska “Ironman” í triathlon. Petar Stoychev árgang 1976 vann bronsu í 10 og 25 km open water svimjing í Montreal í 2005, umframt í 25 km open water svimjing í Barcelona í 2003. Hann er skjótasta menniskja ið nakrantíð hevur svomið tvørtur um Ermasundið, tá ið hann hin 24. august í 2007 svam úr Onglandi til Fraklands uppá 6 tímar, 57 minuttir og 50 sekund.

Pál kom inn í hølunum á teimum, sum nummar fýra við tíðini 16:47.45, frammanfyri belgiska Tom Vangeneugden á 16:47.67 og fyrstu bretarnar Tom Allen á 16:50.58 og Dan Fogg á 16:50.82. Týski Jan Wolfgarten kom inn sum nr 8 við tíðini 16:51.86, ið út yvir at vera hollur open water svimjari, eisini er evropameistari í 1500 metra frísvimjing í kappsvimjingarhyli, frá EM í Istanbul í desember. Bretski David Davies bleiv nr 10 við tíðini 16:59.95, ið vann OL silvur í Beijing í 2008, HM bronsu í Montreal 2005 og Melbourne 2007, umframt HM silvur í Manchester 2008. Og kvartføroyingurin David Carry úr Aberdeen bleiv nr 11 við tíðini 17:00.41.

Saman um tikið eitt frálíkt úrslit hjá Páli, ið plaserar hann mitt í rúgvuni av teimum sum mynda open water svimjing í dag. Sjálvur heilsaði hann í SMS úr London, at tað var øgiliga ringt at svimja í bólki, “Jé svam skeivt, men 1, 2 og 3 hava yvir 30 árs erfaring ímillum sín”. Sum skilst hevur hann fingið blóð upp á tonnina at royna eisini 5 og 10 kilometrar; men her og nú er málið tó enn tað sama, at gerast so góður sum yvirhøvur gjørligt í vanligum svimjihyli.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

2 thoughts on “Pál nr 4 av 5000 í London”

  1. Mathilde Stærk fra Vejle Svømmeklub Triton var i weekenden i London for at deltage i British Gas Great London Swim. Her skulle hun svømme 1 mil i Themsen sammen med 5000 andre deltagere og et elitefelt bestående af nogle af verdens bedste svømmere i både åbent vand svømning og bassinsvømning.

    Blandt kvinderne endte Mathilde som nr. 11 i tiden 24,26 min. Samlet blandt de 5000 mænd og kvinder blev Mathilde nr. 73. Resultatet var næsten som håbet, da Mathilde havde håbet på at ende i top 10 blandt kvinderne.

    http://triton-vejle.dk/index.php?side=generelt&underside=nyhed&id=276

    sí eisini danska partin av http://www.simma.nu

Ger viðmerking