Danskir skúlar spara svimjingina burtur

Jyllands-Posten skrivar her at fleiri og fleiri donsk skúlabørn mugu læra at svimja á turrum, tí at kommunurnar velja at spara svimjingina burtur, og tí at nógvar svimjihallir eru í so ringum standi, at tær mugu steingjast. Dansk Svømmeunion stúrir fyri vaksandi talinum av dønum sum ikki duga at svimja, tí sum direktør Pia Holmen sigur: “Svømning er jo den eneste sport, man kan dø af ikke at kunne.”

Danir gjørdu eina kanning fyri fimm árum síðani, sum staðfesti at 13 prosent av donskum næmingum ikki fingu undirvísing í svimjing. Pia Holmen metur at talið nakað hægri nú, og tað ger forkvinnan í Dansk Idrætslærerforening eisini, nú Trine Lausen Lund metir talið at vera kanska 20 prosent.

Donsk skúlabørn skulu sambært reglunum læra um bjarging, lívbjarging og um at vera trygg í og á vatni, men ikki neyðturviliga við svimjiundirvísing. Hetta hóvar hvørki Dansk Svømmeunion ella Dansk Idrætslærerforening, har Pia Holmen sigur at “De svarer til at lære at cykle uden en cykel”, og Tine Lausen Lund sigur at “Teori og praksis er to vidt forskellige ting, og man kan ikke lære børn at svømme, uden at de kommer i vand. Det er som at lære dem springgymnastik ved at vise dem det i fjernsynet. Vi er virkelig ude på dybt vand, når vi i et land omgivet af vand fratager børnene muligheden for at lære at svømme.”

Pia Holmen sá gjarna at svimjing bleiv kravd lærugrein, men í Kommunernes Landsforening eru tey tó ikki samd. “Efter sommerferien er mange kommunalbestyrelser tvunget til at prioritere benhårdt, og så skærer de hellere en halvdårlig svømmeundervisning væk frem for dansk og matematik. Nogle steder bruger eleverne jo længere tid på at køre i bus end på at svømme”, sigur Lars Krarup næstformaður í barna- og mentunarnevndina, og heitir víðari á foreldrini um at taka ábyrgd: “At gebærde sig i vand har karakter af det samme som at gebærde sig i trafik. Spørgsmålet er, om det ikke er et forældreansvar.”

Dansk Svømmeunion fer í heyst at gera eina kanning av, hvussu nógv donsk børn sum ikki fáa svimjiundirvísing. Í meðan megna fólk sum borgmeistarin í Kalundborg ikki stórt meira enn at siga: “De økonomiske og praktiske rammer tvinger os til det. Vi kan kun håbe, at forældrene går i svømmehallen med deres børn i stedet.”

Les her á jp.dk

One thought on “Danskir skúlar spara svimjingina burtur”

  1. Politikarar prógva ferð eftir ferð at teir eru komplett tápuligir í mun til ‘pøbilin’:

    »Du kan jo ikke teoretisk forberede børn på, hvordan det føles at træde ned i et hul, hvor de ikke kan bunde, eller blive væltet omkuld af en bølge. Man lærer ikke at svømme uden at blive våd«

    http://www.24.dk/article.jsp?articleId=9181

Ger viðmerking