Tanja nýtt føroyskt met í 100 bringu

CIMG3133Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag megnaði í morgun at seta nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing, á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sum er í Drammen í hesum døgum. Tanja svam 1:17.08, har føroyska metið hjá Maluni V. Bærendsen frá donsku meistarastevnuni í 2008 var 1:17.30, og juniormetið hjá Tanju sjálvari frá Small States stevnuni í Hafnarfirði herfyri var 1:18.10.

One thought on “Tanja nýtt føroyskt met í 100 bringu”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.